Eg eiti Torkil Dalsgaard, og eg eri 34 ára gamal. Í 2016 tók eg við festinum á Dalsgarði í Skálavík. Dalsgarður er yvir 400 ára gamal, og eg eri nummar 15 í røðini av festarum, so nøkur ættarlið eru undanfarin.
Eg eri føddur inní og uppvaksin við landbúnaði. Men áðrenn eg gjørdist fulltíðarbóndi í 2019, arbeiddi eg umborð á norskum skipi. Eg eri útbúgvin skipsførari og arbeiddi samanlagt 10 ár á sjónum, harav trý ár sum stýrmaður. Eg havi somuleiðis tikið eina yrkisútbúgving um landbúnað, og hóast arbeiðið á garðinum tekur nógva tíð, so átaki eg mær onkuntíð arbeiðsuppgávur í maritimu vinnuni.
Áhugin fyri landbúnaði hevur altíð verið stórur, og eg meti tað hava týdning, at vit gagnnýta alt tilfeingið á garðinum. Tí gjørdist eg bóndi. Eg raðfesti vistfrøðina, umhvørvið, góða smakkin og áhugaverdu søguna.
Foreldrini og systrarnar hjálpa mær dúgliga við garðinum, bæði við skitna arbeiðinum og við at góðska rávørurnar. Vit gera og selja heimagjørt livurpostei, pylsur o.a. leskiligt. Okkum dámar væl at royna nýggir rættir við rávørunum frá garðinum.
Til festið hoyra 2 hagapartar, Miðhagi og Norðastihagi, og í løtuni er áseyðatalið 480 áseyðir. Seyðhaldið gongur fyri seg úti í haganum, hálvan annan tíma frá bygdum øki. At fjarstøðan er so stór, hevur sjálvandi gjørt, at forfedrarnir valdu eina varandi loysn og bygdu býlið har. Fleiri hús verið har norðuri ígjøgnum tíðirnar, og tað er har, hjartað í garðinum veruliga er. Her savna, fletta og ræsa vit seyðin. Tá nógv er at gera, hava vit trúgvar hjálparar, familju og fjallafólk, ið taka eina hond í arbeiðinum. Tá eru vit mong, ið húsast í lítla, hugnaliga býlinum í haganum.
Virksemið á garðinum er fjølbroytt, og eingir dagar eru eins. Onkrir dagar fara til hegning, onkrir til rakstur og røkt, aðrir til viðlíkahald o.s.fr. Vit hava nokk at gera alt árið. Um hálvan januar fær seyðurin vitaminir og brundarnir vera tiknir inn. Um hálvan juli verður seyðurin royttur og fær heilivág. Síðst í septembur byrjar slaktið, meðan brundir og heystlomb vera tikin inn. Um 10. desembur fara brundarnir út.
Meginparturin av okkara seyði er hvítur. Fyrr fekk man besta gjaldið fyri hvítu skinnini, og tí valdi undanfarni festarin at ala eftir liti. Úrlitið varð, at meginparturin av seyðinum varð hvítur/reyður. Seyðaslagið bregður somuleiðis frá í bygnaði, stødd o.s.fr, so tað havi eg valt at varðveitt.
Umframt at selja rávørur og góðskaðar vørur frá garðinum, takast vit við ferðavinnuvirksemi. Talan er um gisting, upplivingar og gongutúrar í føgru náttúruni í Miðhaga og Norðastahaga.