fo en

Samskipan

Matkovin.fo verður rikin av felagnum, Matkovin, ið hevur bústað á Tvøroyri. Felagið varð sett á stovn 18. Juni í 2019, á altjóða ST-degnum fyri burðadygga gastronomi.

Endamál felagsins er at veita tænastur, samskipan og ráðgeving, um burðadygga matmentan, umframt annað virksemi í hesum sambandi.”

Undirritaða, Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, eigur og rekur Matkovan. Eg er útbúgvin fólkalívsfrøðingur við serøki um mat, umhvørvi og visuelt samskifti, og í skrivandi løtu taki eg landbúnaðarskeið á Búnaðarstovuni í Kollafirði.

Seinastu árini havi eg luttikið í ymiskum verkætlanum um føroyskan mat – saman við Útoyggjafelagnum, Slow Food og øðrum lokalum aktørum. Í hesum sambandi arbeiddi eg saman við ymiskum matframleiðarum, ið fortaldu mær um viðurskifti, ið vóru til ampa fyri teirra virksemi, m.a.: Órættvís kapping við innfluttar vørur, ov lágur søluprísur, vantandi almenn kunning um framleiðaran og vantandi politiskur áhugi at stimbra framleiðsluna av føroyskum mati.

Føroyska matvinnan kann mennast og stimbrast á ymiskan hátt. Nógvar eru loysnirnar. Sjálv havi eg saknað ein portal, ið miðsavnar kunning um føroyskar matframleiðarar og tær nærvørur, ið verða seldar kring landið. Tískil havi eg tikið stig til at menna ein tílíkan portal, Matkovin.fo.

Matkovin er ikki ein liðug verkætlan, tí nýtt tilfar verður lagt út so hvørt, og nýggjar tænastur verða mentar. Góð ráð, viðmæli og viðmerkingar eru tí sera kærkomin. Tit kunnu senda mær eini boð á hey@matkovin.fo.