fo en

Matkovin

Matkovin.fo er heimasíðuverkætlan, hvørs endamál er at stimbra føroyska matframleiðslu og -mentan. Á matkovin.fo finnur tú kunning um føroyska matframleiðaran og nærvøruna.

Á forsíðuni er ein leitil, ið hjálpir tær at finna føroysku nærvørurnar. Tú kanst skrivað leitiorð í leitikassan ella trýsta á knøttin “víðka leiting” og velja øki ella vørubólk. Leitilin vísir hvør selur vøruna, og hvar framleiðarin er staddur. Um tú skrivar egg, sært tú øll tey, ið selja egg. Skrivar tú Streymoy, sært tú øll, ið selja sínar vørur í Streymoy.

Bæði fulltíðar- og ítrivsframleiðarar eru á heimasíðuni, og teir hava hvør sín vanga. Á vanganum kanst tú lesa um søguna og virksemi hjá framleiðaranum, og tú fær telefonnummar og teldupostbúðstað, so at tú lættliga kanst seta teg í samband við framleiðaran. Umframt at gera framleiðaran meira sjónligan, ynskja vit at staðseta vørurnar í ein sosialan og landafrøðiligan kontekst. Vit skulu kenna føroysku framleiðararnir.

Tað hevur stóran týdning, at keyparin skilur støðuna og korini hjá framleiðaranum. Tí fer Matkovin eisini at kunna um evni og viðurskifti, ið eru viðkomandi, til dømis góðkenningar, prísáseting, vistfrøði, vørumenning og árstíðirnar.

@matkovin

#matkovin