fo en

Veitarar til heimasíðuna

Vit vóna, at Matkovin.fo gerst ein lokal verkætlan, ið stimbrar ein burðardyggan búskap í Føroyum. Tí keypa vit tænastur frá einstaklingum og feløgum, ið hava bústað í Føroyum.

Búmerkið

Føroyski listamaðurin, Jón Sonni Jensen, hevur snigivið búmerkið. Um búmerkið sigur Jón Sonni m.a.:

Valt varð at nýta eitt runt skap, ið sipar til burðardyggu ringrásina: framleiðari- tilfeingi-brúkari. Sirkulin er brotin upp í tríggjar luteindir: Luft, eitt hús og hav/lendi.

Ovara hálva sipar til luftina. Ein flata við vatnrøttum linjum leggur ró yvir myndina, sum ein mótpartur til dynamikkin í niðaru hálvuni. Gráblái liturin umboðar føroysku luftina, við okkara skiftandi norðurlendska veðurlagið.

Í miðuni sæst umhvarvið av einum húsi. Húsið kann vera eitt fjós, virki ella neyst, men eisini heim brúkarans.

Niðara hálva sipar til lendið ella havið. Her eru blágrønar dynamiskar linjur, hvørs ættir skapa eina djúpd og eitt trívítt inntrykk. Linjurnar eru blágrønar og liggur mitt ímillum okkara grønu tilsipingar til lendið og bláu tankar um havið.

Heimasíðan

Sp/f Lunnar, Saltangará, hevur sniðgivið og ment heimasíðuna, Matkovin.fo.

Eftir áheitan frá Matkovanum menti Lunnar eina serstaka leitiskipan, ið vísir hvar framleiðarar og nærvørur eru stødd kring landið.

Myndatøkan

Myndakvinnan, Súsanna Smith Johansen, hevur tikið meginpartin av myndunum á Matkovin.fo Súsanna hevur bachelor- og kandidatútbúgving innan mótamyndatøku, men hon hevur eisini drúgvar royndir innan vinnu-, portrett- og brúdleypsmyndatøku.