fo en

Góðkenning til framleiðslu

Heilsufrøðiliga Starvsstovan (HFS) umsitur Matvørulógina og kunngerðir við heimild í hesu lóg.

Bæði løggild framleiðsla og heimaframleiðsla er á Matkovin.fo.

Vinnulig framleiðsla

Vinnulig framleiðsla (hagreiðing, tilgerð og útbjóðing) krevur løggilding ella skráseting frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Umsókn um løggilding/skráseting verður send Heilsufrøðiligu Starvsstovu saman við lýsing av ætlaða virksemi og tekningum av staðnum. Umsóknin verður viðgjørd, og eftirlit verður framt, áðrenn virksemið kann byrja.

Sí kunning um Vinnulig matframleiðslu:

Heimaframleiðsla

Matvørur úr seyði, neyti, heimafugli, villinfugli, haru, grønmeti og frukt kunnu seljast undir heitinum heimaframleiðsla, bæði sum viðgjørd og óviðgjørd vøra. Heimaframleiddar vørur kunnu seljast í heilsølum, handlum, sølutorgum og á matstovum, sum eisini selja løggilda matvøra. Heimaframleiðsla er ikki løggild vøra og Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tískil ikki eftirlit við framleiðsluni.

Sí kunning um heimaframleiðslu