fo en

Heilur fiskur í ovn

Tilfar til 4 verðar

Uml. 800 gr av heilum fiski (Ymisk fiskasløg kunnu brúkast)

2 vistfrøðiligar sitrónir

4 hvítleyksfet

Uml. 2 ss av smøri

Kryddurtir, t.d. dild, persilla, purrleyk og/ella estragon

Salt

Pipar

Rótmeti

Mannagongd

Hita ovnin til 180 hitastig

Sker sitrónirnar í flísar, sum eru uml. 4 mm tjúkkar

Smyr olju ella smør á bakaraovnsskuffu og legg fiskin í skuffuna

Gníggja fiskin innan við eitt sindur av smøri, pipari og salti

Legg sitrónirflísar og kryddurtir inn í fiskin

Stroy eitt sindur av salti omaná fiskin

Set skuffuna í ovnin í uml. 30 min

Borðreið t.d. við bakaðum rótmeti (epli, gularót o.s.fr)