fo en

Heimagjørt gnocchi við stuttfluttum rótmeti

Tilfar til 6 verðir

500 gram av mjølvutum eplum ( t.d. epli av slagnum oleva )

120 gram av semolina mjøl

120 vanligum hveitimjøli

1 egg

Mannagongd

Tú kanst baka eplini í ovni ella kóka tey í eini grýtu við vatni.

Best er at baka tey í ovni, tí so verða tey ikki so full í vætu, sum tá tey verða kókaði.

Hita ovnin til 160 hitastig

Legg eplini í eina skuffu og vend tey í salti.

Set skuffuna í ovnin og baka eplini til tey eru moyr.

Flys og morla eplini, tá tey enn eru heit. Nýt eplamorlara ella blendara at morla eplini.

Stroyð mjøl á eina slætta yvirflatu og legg eplamorlið á yvirflatuna.

Vend turra tilfarið og eggið í eplamorlið. Ansa eftir, at eplamorlið ikki er ov heitt, tá tú brýtur eggið í morlið, tí so kókast eggið.

Er tað lættari fyri teg, kanst tú byrja við at blanda eplamorlið, turra tilfarið og eggið í einum bolla, og síðani flyta deiggið út á borðið, har tú eltir deiggið til tað er javnt.

Deil deiggið í smærri stykki, og rulla hvørt stykkið til pylsur,

Sker pylsurnar í smáir bitar, sum eru umleið 2-3 cm til longdar.

Rulla varisiliga gnocchi á einum gnocchi amboði ella nýt ein gaffil at evna gnocchi.

Kóka gnocchi í kókandi vatni við eitt sindur av salti.

Gnocchi er liðugt kóka, tá gnocchi flytur seg upp til vatnskorpuna.

Gnocchi kann nýtast við alskyns sósum og tilhoyri. Vit viðmæla, tit baka gnocchi í ovni við smøri, salviu og parmesanosti.

Ynskir tú gera gnocchi við liti og smakki frá øðrum grønmeti, byrjar tú við hesum. Tú kanst lita gnocchi við til dømis reyðrót, gularót, brenninotu, graskar ella tomatkonsentrat. Tá dregur tú vektina av grønmetinum frá vektini av eplum, sum verða brúkt í uppskriftini. Tú nýtir eina reyðrót ella tvær gularøtur til seks verðir. Tú kókar og morlar grønmeti og goymir tað til eplini eru kókaði og morlaði, og so blandar tú tilfarið saman.

Uppskriftin er frá sardinska kokkinum, Margherita Capriola, ið hevði gnocchiverkstovu 24. oktober í Tórsgøtu