fo en

Um okkum

Matkovin

c/o Súsanna K. Mortensen

Ovarivegur 21

FO 800 Tvøroyri

Phone number: (+298) 263323

Email address: hey@matkovin.fo

V-tal: 638544

Vøruúrval

  • Vøruúrvalið er tengt at árstíðini og framleiðslumøguleikum. Tískil eru allar vørur ikki tøkar alt árið.
  • Talan kann vera um fleiri seljarir, ið selja somu vøru, t.d. kjøtpylsu, garnatálg o.s.fr. Tí er gott at hava í huga, at smakkur, litur, stødd o.a. á kjøti er ymiskur frá garði til garðs. Dámar tær ikki turra kjøtið frá einum garði, er tað ikki vist, at nakað er galið við kjøtinum. So ymiskt er mansins tykki. Vit viðmæla, at tú roynir kjøt frá ymiskum gørðum.

Flutningur

  • Hvør einstakur framleiðari ger av, hvussu hann/hon vilja veita og flyta vøruna.
  • Talan kann verða um avheintan av vøru hjá framleiðara, útkoyring við Posta ella at framleiðari koyrir vøru út, um keypt verður fyri meira enn ávísa upphædd. Í samband við keypi í nethandlinum sært tú flutningsmøguleikarnir.
  • Hav í huga, at keypir tú vørur frá fleiri framleiðarum, verða fleiri flutningsgjøld, tí vørurnar eru ikki savnaðar á einum stað.

Prísir

  • Allir prísir eru íroknað meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskilað.
  • Gjaldoyra er DKK.
  • Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum.

Gjaldstreytir

  • Gjald fyri vørur kann gerast við: Visa, Mastercard og Visa Electron.
  • Ordrin verður avgreiddur innan 24 tímar frá mánadegi til fríggjadag. Tá tú gjaldir við gjaldskorti, uppgevur tú kortnummar, nær kortið gongur út og kontrolsiffur. Harvið loyvir tú Matkovanum at taka upphæddina av konto tínari.
  • Tá vøran er send, verður gjaldið trekt av kortinum.
  • Matkovin nýtir tryggan gjaldsveitara, sum bronglar allar upplýsingar við SSL-protokoll (Secure Socket Layer). Tað vil siga, at øll dátu eru í tryggum hondum og kunnu ikki lesast av óviðkomandi, ei heldur Matkovanum.

Veiting

  • Veitingartíðin er 1 – 4 dagar.
  • Fyrivarni verður tikið fyri ring veðurlíkindum og øðrum staðbundin viðurskiftum, ið kunnu hava ávirkan á veitingarmøguleikan.
  • Veitingarøki: Vit veita bara í Føroyum.

Trygd/umbýting/iðranarrættur

  • Fyri kølivørur og frystivørur er eingin umbýtingarrættur.
  • Allar aðrar vørur kunnu latast inn aftur innan 7 dagar frá móttøkudegnum, treytað av at vøran er óbrúkt, lýtaleys og í upprunaligum pakningi.

Privatlívspolitikkur

  • Les okkara privatlívspolitikk her

Kærurættindi

  • Vit veita tvey ára kærurættindi fyri vørur í tráð við Keypilógini.
  • Kærurættindini eru galdandi fyri øll brek í ritbúnaði, tilfari og framleiðslu.
  • Kæra um brek og manglar skal sendast Matkovanum í seinasta lagið tveir mánaðir eftir at kundin hevur funnið brekið ella mangulin.
  • Vit endurgjalda rímiligar flutningsútreiðslur.
  • Er skeiv ella óvanlig handfaring av vøruni farin fram, verður kæran ikki tikin til viðgerðar
  • Tikið verður ikki ímóti vørum, um hesar eru sendar við eftirkravi.
  • Boðað verður frá afturbering til teldupostbústaðin hjá Matkovanum, hey@matkovin.fo.