Seinastu tíggju árini er áhugin fyri føroyskum mati vaksin munandi. Gourmet, Koks, Spískamarið, Heimblíðni og aðrir mataktørar hava verið sera raskir at sýna fram og selja føroyska matríkidømið.
Fjart er tó millum hesa romantisku mynd av føroysku matmentanini og gerandisstøðuna, har meginparturin av okkara mati verður innfluttur úr fjarskotnum londum. Lambskjøt úr Nýsælandi, egg og ost úr Danmark og epli úr Skotlandi. Hetta eru rávørur, ið kunnu fáast í Føroyum, men av ymiskum orsøkum, t.d. kostnaði og lóggávu, verða vørurnar heldur innfluttar í stórum. Fáar føroyskar matvørur fáast til keyps í sølubúðunum, og ongastaðni fáa vit at vita, hvør framleiðarin er. Framleiðarin er ósjónligur.
Hvør kemur við vøruni? Hvar býr viðkomandi? Hvussu verður vøran dyrkað, veidd, fiskað ella virkað? Hvør er søgan handan vøruna? Hví hevur tað týdning at stuðla staðbundnu framleiðsluni?
Hetta eru týdningarmiklir spurdómar, ið vit royna at svara á Matkovin.fo. Endamálið við heimasíðuni er at stytta teinin millum framleiðara og keypara og menna føroysku matmentanina, -framleiðsluna og -vinnuna. Á Matkovin.fo er føroyski framleiðarin í miðdeplinum.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.