fo en

Dímunargarður

Stóra Dímun

Vøra frá okkum

Vit eru tvey hjún, ið búgva á Stóru Dímun. Í øðrum húsinum búgva Eva og Jógvan Jón saman við børnunum, Døgg og Sprota. Í hinum húsinum býr bróðir Evu, Janus, saman við Erlu og børnum, Óla Jákup, Andreu og Tóri.

Eva og Janus eru vaksin upp á Stóru Dímun og eru 8. ættarlið, ið rekur garðin. Í 213 ár hevur garðurin verið í familjuni. Systkini fóru bæði av oynni um 14 ára aldurin og komu aftur, tá tey vóru miðskeiðis í tjúgunum. Í 2011 tók Eva við festinum á Dímunargarði eftir pápan, Óla Jákup.

Vit arbeiða øll fulla tíð á garðinum. Framleiðslan er fjølbroytt, og árstíðin og veðrið seta dagsskránna hjá okkum. Allar árstíðir hava sínar uppgávur. Um veturin er fjósarbeiðið og viðlíkahaldið rættiliga tíðarkrevjandi. Um summarið eru tað velturnar og hagin, ið krevur sítt.

Vit plaga at siga, at árið byrjar við lembingini. Tá ganga vit nógv burtur í haga og fylgja við. Síðani eru tað veltunar, sum skulu verða klárar til sáingina í majmánaði.

Summarið fer við seyðarøkt og at passa veltunar. Eisini seta ferðafólk dám á okkara summar. Grasið skal koma til høldar í juli/august, og tá byrja vit somuleiðis at taka grønmeti upp úr jørðini. Onkrar røtur eru í jørðini heilt fram til mars mánað. Fyrst í septembur fletta við tarvarnar, og síðani fara vit í holt við slaktið. Kjøtið hongur herúti og ræsir, so tað er tíðarkrevjandi at passa ræsingina. Vit plaga at verða leys av kjøtinum í novembur/desembur. Restin av vetrinum fer við at garva skinn og við fjósarbeiði.

Matframleiðslan er høvuðsinntøkan á garðinum, men vit hava eisini aðrar inntøkur. Vit  selja garvað seyðaskinn og um summarið taka vit ímóti gestum og samskipa gongutúrar. Fyri góðum ári síðani fóru vit í samstarv við Okkara um at nýta part av rótunum til eitt rótabryggj. Rótabryggið fekk navnið, Mai, eftir mairótunum, og tað er fyrsta bryggið av sínum slag í Føroyum. Vit dyrka mairøturnar og gera tær til djús, sum verður sent norð til Velbastaðar, har Okkara ger bryggið.  Mai kann keypast í Rúsunum kring landið og í Tax Free.

Tá vit menna nýggjar vørur, hugsa vit altíð um at framleiðslan skal hóska inn í okkara heildarkonsept. Vit eru fámentir smáframleiðarar við avmarkaðum flutningstóli. Tískil raðfesta vit altíð góðsku og prís framum mongd.

Les meira Lat aftur
Vøruúrval

Neytakjøt

Seyðakjøt

Ymiskir seyðaúrdráttir

Grønmetið (Mairót, Kálrót, Kinaradis)

Rótabryggj (kann bert keypast í Rúsuni og Taxfree)

Nær er vøran tøk?

Ymiskt

Hvussu keypir tú vørur frá okkum?

Telefon ella teldupost.

Atlit

Okkara flutningssamband kann hava ávíst óreglusemið.

Eisini er øll framleiðsla og søla tengd at árstíðunum.