Vit eru Eyðun Eliassen, 60 ár, og Anja Eliassen, 52 ár, og vit búgva á Trøllanesi. Eyðun er uppvaksin í Mikladali, og Anja er úr Saltangará, so vit eru bæði tilflytarir á Trøllanesi.
Eyðun er bóndi fulla tíð, og Anja arbeiðir hálva tíð á garðinum og hálva tíð sum tannatstøðingur í Klaksvík. Anja hevur somuleiðis landbúnaðarútbúgving frá Royndarstøðini í Kollafirði.
Vit fóru undir landbúnað og matframleiðslu í 1993, tá Eyðun festi Uppistovu. Eyðun tók við jørðini hjá mammubeiggjanum, Rosenmayer Wolles. Samanlagt hava vit umleið átta merkur av jørð. Vit hava 30 gyllin í norðaru helvt av Djúpadali og seks merkur í Mikladali, í Líðini á vestursíðuni av oynni.
Helvtin av árinum búgva vit í skugganum, tí sólin setir fyri seinastu ferð á Trøllanesi á mikkjalsmessu 29 september, og vit síggja hana ikki aftur fyrr enn á grækarismessu 12. mars. Her er so trøllamyrkt um veturin.
Uppistova er familjugarður. Okkara børn, ið eru fýra í tali og teirra makar, hjálpa við dagliga arbeiðinum, og vit fáa eisini góða hjálp frá familju, vinum og kenningum.
Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at vøran smakkar væl, og at vit kunnu fortelja eina góða søgu. Vit royna at varðveita siðvenjuna, tí matmentanin á útoyggj er søgurík. Vit gleðast eisini um bóndalívið, tí søtur er sjálvgivin biti!
Umframt kjøt og avroð, selja vit eisini dunnu, dunnu- og høsnaregg og rabarbur. Vit selja bæði heilar og skornar rabarbur og rabarbusúltutoy.
Um várið verða grønmetisvelturnar gjørdar klárar, og í juni taka vit rabarbur upp fyri fyrstu ferð. Um summarið gongur seyðurin í haganum, so tá nýtist okkum bert at passa dunnurnar. Um summarið fer nógv tíð eisini til at røkta jørðina, velturnar og at fáa hoyggingina frá hondini. Í september og oktober fer tíðin við fjallagongu og fletting. Tá fáa vit hjálp útifrá. Um veturin byrjar arbeiðsdagurin við at geva seyðinum, hønunum, dunnunum og hundunum. Vit hava tríggjar fittar og raskar seyðahundar. Í november og desember drepa vit dunnurnar, ið skulu seljast til jóla.
Matframleiðslan fer við nógvari tíð, men vit takast onkuntíð við okkurt annað. Eyðun gongu við ferðafólki, og onkuntíð hava vit heimablídni eftir avtalu.