fo en

Rabarbuchutney

Tilfar

Matolja við veikum smakki ( Sólblómuolja ella repjuolja )

2 reyðleykir

1 kilo av rabarbum

1 lógvi av rosinum

4 desilitrar av súreplacidereddik

400 gram av sukri

1 teskei av Cayenne pipar

1 teskei av sambal olek

1 teskei av malnum ingiferi

2 teskeiðir av karry

1 teskei av kumman

1 teskei av deymkorrafræ

Mannagongd

Sker reyðleykin fínt.

Stoyt eitt sindur av olju í eina grýtu og vend reyðleykin í grýtuna

Meðan reyðleykur smásteikir, skerir tú rabarburnar í bitar.

Vend rabarbubitarnir og rosinurnar í grýtuna.

Stoyt sukur og eddik yvir rabarbubitarnir og rør í grýtuni.

Stroyð kryddurtirnar í grýtuna og neyvsmakka chutney.

Vilt tú hava eina sterka chutney, kanst tú koyra meira cayenna pipar, sambal olek og ingifer í grýtuna.

Tá tú ert nøgd/ur við smakkin, stoytir tú rabarbuchutney í reinar glaskrukkur.

Jú reinari krukkurnar eru, tess longri heldur rabarbuchutney sær.

Goym chutney í køliskápinum ella í hjallinum.

Borðreið aftur við lambsskjøti, rísi og naan breyði.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.