Tarasmør

Tilfar
50 g smør
1 tsk av taraslagnum søl
1 tsk av sitrónskali, ið er rivið fínt
1 tsk av sitrónsaft
Mannagongd
Tak smørið úr køliskápinum, og bíða til smørið er vorðið bleytt ( við stovuhita ).
Lat smør, søl tara, sitrónskal og -saft í eina skál.
Rør tilfarið saman.
Borðreið afturvið nýbakaðum breyði.
Anna Mortensen, Café Mormor, hevur ment uppskriftina