Keppur, rukkulakki og vinstur í tomatsós við kikkertrum

Tilfar til 3 verðir
1 rukkulakki
1 vinstur
1 keppur
1 dl av reyðvíni
1 dl av vatni
3 hvítleyksfet
1 ds av hakkaðum tomatum
1 gularót
1 stelk av blaðsellarí
2 leykir
1 ds av kikkertrum
1 pottur av persillu
2 lavrberjabløð
Salt og pipar
Mannagongd
Reinsa keppin, rukkulakkan og vinstrið, og legg tey í eina grýtu. Stoyt so mikið av vatni í grýtuna, at vatnið hylur avroðini. Stroyð eitt sindur av salti í vatnið og lat kóka í 15 min.
Sker ein leyk í 4 stykki og legg stykkini í eitt fat saman við keppi, rukkulakka, vinstri, reyðvíni, vatni, hvítleyki og 1 lavrberjablaði. Pakka fatið inn í stanniol, og set fatið í ovnin í 12 tímar á 80 hitastig. Ert tú í tíðarneyð, kanst tú seta fatið í ovnin í 2-3 tímar á 150 hitastig.
Sker hin leykin, gularótina og stelkin av blaðsellarí smátt og steik tey í olju á miðal hita. Vend síðani tomatirnar og 1 lavrberjablað í pannuna og minka um hitan. Lat grønmetið smákóka í 30 -45 min. Smakka til við salti og pipari.
Sker keppin, rukkulakkan og vinstrin í tunnar dálar og vend dálarnar í tomatsósina saman við kikkertunum. Gev blandingini eitt uppkók og borðreið rættin við hakkaðari persillu omaná.
Teitur Christensen, høvuðskokkur á Fútastovu, hevur ment uppskriftina.
Durita Pætursdóttir Christensen hevur tikið myndina.
Rætturin var partur av matskránni til tiltakið um avroð í Silo 18/10-20. Sí frásøgn.