fo en

Beinasoð

Tilfar

1 kilo av kjøtbeinum frá seyði ella neyti

Uml. 500 gram av grønmeti

Hvítleykur

Persilla

Salt

Pipar

Mannagongd

Uppskriftin er við einum kilo av beinum. Hevur tú fleiri kilo av beinum, fleirfaldar tú bara mongdirnar í uppskriftini.

Koyr 1 kilo av kjøtbeinum í eina grýtu. Stoyt so mikið av vatni í grýtuna, at kjøtbeinini eru undir.

Lat uml. 500 gram av grønmetisleivdum (t.d. leyk, sellarí og gularøtur) og lavrberjabløð í grýtuna.

Stoyt meira vatn í grýtuna, soleiðis at vatnið er uml. 3 cm yvir beinini og grønmeti.

Tendra kókiplátuna og fá vatnið upp á kók.

Tá tað spruttkókar í grýtuni, minka um hitan.

Lat soðið kókað við møkum hita í 12-24 tímar. Jú longri tíð soðið kókar, tess betri verður smakkurin.

Tak skúmið burtur við einari súpuskeið.

Tá 30 minuttir eru eftir av kókitíðini, kanst tú lata eitt sindur av persillu og hvítleyki útí soðið. Smakka til við salti og pipari.

Síla soðið og tveit leivdirnar burtur ( Ella ger beinamjøl við beinunum!)

Lat soðið kølna.11. Stoyt soðið í smá íløt, sum tú kanst goyma í frystiskápinum.

Soðið kann nýtast til súpan