fo en

Stokt eistur við aioli

Tilfar til 3 verðir

Aioli:

1 heilan hvítleyk

1 egg

3 dl av olju

1 dl av súrróma 18%

Salt og pipar

Saft úr 1 sitrón

50 g av hakkaðum kervli

Eistur:

2 eistur

2 spsk av mjøli

2 egg, ið eru rørd saman

4 spsk av raspi

Salt og pipar

Mannagongd

Aioli:

Nýt ein stavblendara, tá tú gert aioli. Eitt blendaraílat hoyrir við stavblendaranum. Nýtir tú ílatið, fært tú besta útslitið. Eigur tú ikki eitt tílíkt ílat, kanst tú nýta eitt høgt ílat.

Tak allan hvítleykin sundur og steik fetini í olju á miðal hita til tey verða ljósabrún. Set síðani oljuna og hvítleykin at kølna.

Brót eggið í blendaraílatið saman við oljuni og hvítleykinum, súrrómanum, sitrónsaftini og eitt sindur av salti. Blenda til tú fært eitt tjúkt dipp. Smakka til við salti og pipari, og vend hakkaðan kervil í dippið.

Eistur:

Kóka 1 litur av vatni við eitt sindur av salti. Sker hindurnar av eistrunum. Ansa eftir, at kertilin ikki skrædnar. Sker eistrini í 3 dálar eftir longdini, og legg dálarnir í vatnið í 1 minutt. Lat eistrini í eitt ílat við køldum vatni. Legg tey síðani á pappír, so at tey ikki eru ov vát, tá tú vendir tey í raspi. Fyrst vendir tú eistrini í mjøli, síðani í eggini og at enda í raspið.

Nú er klárt at steikja. Steik eistrini í pannu við ovmikið av olju til tey hava fingið ein góðan lit. Legg eistrini á køkspappír, krydda tey við salti og pipari, og borðreið við aioli og einum stykki av sitrón.

Teitur Christensen, høvuðskokkur á Fútastovu, hevur ment uppskriftina.

Durita Pætursdóttir Christensen hevur tikið myndina.

Rætturin var partur av matskránni til tiltak um avroð í Silo 18/10-20. Sí frásøgn.