Blóðvaflur

Tiilfar til uml 12 vaflur
190g av smøri
200g av blóði
375g av mjólk
280g av sukri
375g av mjøli
1tsk av salti
1tsk av natron
1tsk av vaniljusukri
Mannagongd
Rør váta tilfarið saman
Lat restina av tilfarinum í og rør saman
Baka vaflurnar í vaflujarni, sum er smurt við smøri
Borðreið við lættpískaðum róma og hvannsúltutoy ella rabarbusúltutoy
Uppskriftin er frá kokkinum, Teitur Christensen, ið gjørdi blóðbakstur í sendingini, Mett fyri minni (2024)