fo en

Ceviche á peruanskan hátt

Tilfar til 6 lítlir verðar

1 kg av feskum flaki (hýsa, toskur, skeggbrosma ella líknandi fiskaslag)

1 stórur reyðleykur

1 koppur av lime saft ( 10-15 lime fruktir)

3 deymkorra stelkir við bløðum

Í lógvan av fínt skornum deymkorra bløðum

1 – 2 miðalsterkar kili fruktir ( t.d. habanero )

Salt

1 pk av snerktum maiskorni, ið kann keypast í sølubúðum.

Mannagongd

Sker flakið í lítlir fýrakantar og lat teir í eina glasskál.

Stoyt so mikið av køldum vatni í skálina, at vatnið hylur fiskin.

Lat 1 skei av salti í vatnið.

Legg lok á skálina og set hana í køliskápið, meðan tú ger leykin kláran.

Sker leykin í tunnar flísar.

Gníggja leykflísarnar við 1/2 skeið av salti, og skola síðani flísarnar við køldum vatni, so at salti fer av flísunum.

Sker kilifruktirnar í helvt og tak fræini úr fruktunum.

Finn eina stóra glasskál, og lat fiskapettini, deymkorra stelkarnir, kili fruktirnar og helvtina av leykinum í skálina.

Stoyt lime saftina omanyvir tilfarið í skálini.

Stroyð eisini eitt sindur av salti omanyvir tilfarið.

Legg lok á skálina og set hana í køliskápið í umleið 10 minuttir ella til fiskurin hvítnar.

Tak síðani deymkorra stelkarnar og kili fruktirnar úr skálini.

Sker kili fruktirnar smátt.

Smakka ceviche blandingina, og kanna um henni vantar salt.

Nú er klárt at borðreiða.

Deil ceviche blandingina á 6 tallerkar.

Legg nakrar leykskivur omanyvir ceviche á hvørjum tallerki.

Stroyð fínt skorið deymkorra og kili omanyvir leykin.

Snerkt maisarkorn smakkar sera væl afturvið ceviche rættinum.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.