Eplasúpan við grønkáli og ókrúti

Tilfar til 4 verðar
800 gr av mjølvutum eplum
2 leykir
4 purrur
10 gr av frískum timian
80 gr av smøri
500 ml av grønmetis- ella høsnasoði
500 ml av vatni
1 sitrón
1 dl av róma
4 bløð av grønkáli
ókrút t.d. arvi, sýra ella geitarkál
2 dl av olju
Mannagongd
Sker leyk, purru og timian smátt og smørsteik uttan at tað tekur lit í eini 4 min
Flys eplini, um neyðugt, sker tey smátt og lat í grýtuna
Stoyt vatn og soð í grýtuna og lat smákóka í uml. 30 min til alt er moyrt
Blenda ókrút við olju í uml. 8 minuttir til oljan er vorðin grøn. Síla oljuna og set á køl
Síla grønmeti og goym kókilakan
Blenda grønmetið við nakað av lakanum til súpanin kennist mjúk. Ikki ov leingi.
Neyvsmakka við salti, róma og sitrónsaft
Vaska og turka grønkálið væl. Ála sundur og vend tunnu bløðini við olju og salti og baka í ovni á 160 hitastigum í eini 10 min
Stoyt súpanina í skálir og lat grønkál, ókrút og grønu oljuna omaná
Borðreið við ristaðum breyði