fo en

Jólatorg á Tvøroyri

Í samráð við Tvøroyrar Kvøld- og Ungdómsskúla skipaðu vit fyri jólatorgi á Tvøroyri 12. desember. Tvøroyrar kommuna setti telt upp til høvið, og ymisk feløg og einstaklingar seldu teirra stuttfluttu vørur. Talan var bæði um handverk og matvørur.

Tey, ið luttóku vóru: Anita Farstad, Á Regninum, Brikolasj, Uttastovugarðurin, Tøðan í Gásadali, Veltan og Víkingaskipið v/Lauru Hovsgarð.