Røðan hjá Jenusi í Trøðini, húskallur á Signabøgarði,
Eg eiti Jenus í Trøðini, og eg eri húskallur á Signabøgarði saman við makanum Signu, sum er bóndadóttir, børnunum og hundunum. Eg og Signa skulu eftir ætlan taka garðin yvir í framtíðini, og alt tað, ið fylgir við. Hesa tíðina uppundir yvirtøkuna hava okur brúkt til at seta mál og leggja ætlanir um, hvussu virksemi á garðinum skal verða í framtíðini. Summar ætlanir kunnu ikki gerast áðrenn yvirtøkuna, meðan aðrar ætlanir kann man byrja uppá áðrenn festaraskiftið.
Eitt av tingunum, ið eg og Signa longu nú eru byrjaði uppá, er málsetningurin at fáa øll avroðini til høldar. Hetta er eitt mál, ið flest allir bøndur kunnu taka undir við, tí behøvist man ikki at yvirtala teir um tað.
Eitt sindur um garðin og søguna.
Signabøgarður hevur 240 áseyðir, fyrr plagdi bóndin at selja yvir 100 livandi seyðir, ið bátar heintaðu. Harafturat fóru flestu fjallmenninir avstað við livandi lombum í fjallløn. Tá ið alt hetta var farið av, tá vóru eini 50-60 seyðir eftir at fletta hjá bóndanum. Hetta er eitt lagaligt tal av seyði at fáast við, og tí eru helst øll avroðini komin til høldar tá.
Men so kemur ridluskriðin, og hetta merkir, fyrst í 90’unum (havi eg hoyrt), at flutningurin av seyði til aðrar oyggjar verður steðgaður við lóg. Á Signabøgarði merkir hetta, at nú skulu yvir 150 seyðir flettast á garðinum. Hetta er ein stór fyritøka, tí umstøðurnar rundanum flettingina eru ikki broyttar frá tí at man fletti maks 60 seyðir. Og hartil skal takast við, at eitt nýtt og stórt neytafjós var í gerð (ella var liðugt), og tí var orkan kanska ikki nóg stór til at lofta øllum.
Tilgongdin at fáa avroðini til høldar byrjar næstan samstundis sum man er byrjaður at fletta, tá ið man flettir so nógvan seyð. Og hetta arbeiði kann ikki bíða ov leingi, tí so forferst tað. Og tað, at fólk ikki velja at taka avroð við sær fram ímóti ár 2000, tá ið tey keypa seyðakrov, pluss tað at
frystiorkan hjá bóndanum ikki er nóg stór, hevur helst so smátt byrja mentanina at koyra avroð í skrell.
Livistøði hjá føroyinginum er nú hækkað, og hann velur heldur at keypa mat úr handli, ið er klárur at matgera. Og ikki avroð og tílíkt, ið krevur arbeiði og hegni at gera matklárt.
Men so kom kreppan í 2007-08, og tá sást aftur, at fólk tóku avroð við sær við keyp av seyðakrovi. Men hetta minkaði so aftur, tá ið tíðirnar blivu betur aftur. Hetta er søguliga niðurstøðan sum eg eri komin til fyribils, og hendan søgan passar helst til fleiri bóndagarðar í landinum. Eg trúgvi ikki eina løtu, at bøndur eru líkaglaðir um at avroð fara í skrell, og helst hava teir flestu fylt sínar egnu frystiboksir við góðum avroðum. Tí skulu teir ikki lastast ov nógv fyri støðuna, sum hon er.
Men nú eru okur komin til nútíðina, har ið eg og Signa skulu leggja ætlanir fyri framtíðina. Bæði eru góð við náttúruna, og vilja fara væl við tí, ið náttúran gevur okum. Og okur fáa bæði tvey ilt fyri hjartað, tá ið vit síggja gott mat tilfeingi fara fyri skeyti.
Hetta er seinna árið, ið vit hava lagt orku í at fáa alt til høldar. Tað eru framvegis nøkur ting, ið fara í skrell, men vit royna at finna uppá vørur, ið man kann brúka hetta tilfeingi til. T.d. fer ein rúgva av tálg burtur, men hesa hava vit møguliga eina ætlan fyri í nærmastu framtíð. Onnur avroð, ið okur beina burtur eru vil, strongur og føtur. Ein kvinna úr Filipinunum var og hjálpti okum við flettingini hesuferð, og hon tók eitt sindur av vaskaðum vilum við sær heim. Tað verður spennandi at vita, um nakað kemur burturúr hennara royndum.
Framtíðin.
Innan landbúnað hevur man tosa nógv um, at tað manglar eitt sølulið ímillum bóndan og keyparin. Bøndur duga væl til landbúnað, og alt i hartil hoyrir, men teir eru ikki altíð teir bestu seljarirnir. Ella hava teir kanska ikki tíð til at taka sær av søluni.
Tí var eg sera fegin, tá ið Sunniva legði sínar ætlanir fram við Matkovanum. Okur eru sera heppin at hava eina tílíka eldsál at hjálpa okum, og eg haldi, at okur skulu stuðla henni, so at hon kann stuðla okum. Eg vóni virkuliga, at hon megnar at skapa ein umsetning í sína verkætlan, so verkætlanin livir eitt langt lív.
Eg fari ikki at siga nógv meir afturat. Uttan eitt. Og tað er rætta mótvegis okum bøndrum (og húskallum).
Og tað er, at um okur bøndur vilja lív laga okkara avroðum, so mugu okur gevast við at koyra tey í skrell. Tí man byggir ikki ein marknað og eftirspurning upp uppá hendan mátan, man drepur hann. Eg síggi 3 støður, ið vit bøndur kunnu liva ella ana uppá.
Støða 1: Bøndur selja sínar vørur fyri ein kostnað, ið bóndin og kundin kunnu liva við. Hetta er utopiska málið fyri landbúnaðin, ið okur eiga at miðja eftir.
Støða 2: (har ið vit helst eru í dag) Bóndin selur sína vøru ov bíliga. Kundin er sera fegin, bóndin fær ikki nógv burturúr, men hann heldur marknaðinum og eftirspurninginum í gongd. Her livir potentiali fyri vøruna víðari, og tað kann man arbeiða við.
Støða 3) Bóndin gevur vøruna burt, antin til kundar ella íverksetarir. Bóndin kann ikki liva av hesum, men hann kann blása liv í ein deyðan marknað.
Hetta er vegurin fram fyri landbúnaðin og okkara avroð, eftir mínum tykki.
Skrellimentanin førir ongan veg, uttan til størri innflutning av vøru, og størri útflutningi av okkara hart vunna peningaliga fæið. Størri matmangul uppá heimsbasis, og størri ovurtroytan av jørðini.
Takk fyri.