fo en

Garðurin á Magnusmørk

Mikladalur

Vørur frá okkum!

Vit eru Jógvan Johannessen ( 49 ár) og Óli Jógvansson (21 ár). Við góðari hjálp frá familju okkara reka vit landbúnaðarvirksemi á Garðinum á Magnusmørk í Mikladali.

Eg (Jógvan) og kona mín, Marianna, eru bæði fødd og uppvaksin í Klaksvík. í 2012 fluttu vit norð til Mikladals, tí vit vildu menna landbúnaðarvirksemi og royna okkurt nýtt. Vit eiga trý børn. Tvey teirra búgva saman við okkum í Mikladali, og tann elsta dótturin er uttanlanda í lestrarørindum.

Vit fóru í holt við seyðahald og matframleiðslu í 2000, tá vit keyptu eitt sindur av ognarjørð í Mikladali. Vit hava síðani keypt meira jørð og lagt hana afturat verandi ogn í Mikladali. Í dag, 20 ár seinni, hava vit eisini eitt festi heima á Húsum, og vit hjálpa at røkta eitt festi norðuri í Mikladali.

Til dagliga starvast vit øll inni í Klaksvík, men stórur partur av okkara frítið er tengdur at landbúnaðinum. Vit røkta allar tær skyldur, ið fylgja við seyðhaldinum. Hóast vit hava úr at gera, eru vit rættuliga nógv á fjálli, og vit hava tveir góðar seyðahundar at hjálpa okkum. Tað er serliga Óli, ið tekur nógvu fjøllini sum fjallmaður.

Í einum ári er nógv arbeiði á skránni. Seyðahús og hjallar skulu haldast við líka, og fleiri ferðir um ári er neyðugt at hyggja eftir hegninum. Týdningarmikið er at seta tað av nýggjum, um tað er farið. Seyðahaldið og matframleiðslan eru eisini sera tíðarkrevjandi. Í Januar verður farið í hagan eftir brundunum. Um hetta mundið fær seyðurin eisini D vitaminir. Í Apríl fáa ærnar heiligvág, og seteplini verða sett at renna út. Í Mai verður lúkað í rabarbunum, og seteplini verða sett í jørðina. Í mai er lembingin eisini í gongd, og seyðurin, ið hevur verið inni, fer í hagan. Tá komið er til juli, er ullaroytingin á skránni. Í seinnu helvt av juli fara vit í holt við at balla og hoyggja. Í august/september verða nøkur lomb tikin frá ónum og slept inn á bøin til eftirgróðurin. Í endanum av september byrjar fjallgongan og flettingin. Hetta er ein spennandi, og til tíðir stævin, men góð tíð! Sleppingarlomb og brundar verða útvald. Seyðurin fær heilivág, og tann seyður, sum skal verða inni, verður settur á básin. Ærnar fara út aftur. Tá flettingin er ígongd, verða avroðini tikin upp og pakkaði, og krovini koma upp at hanga. Seinast í novembur verða tey flestu krovini, ið vit selja, send til kundarnir. Fyrst í desembur fara brundirnir út, og so verður bíða í spenningi til lembingina komandi várið.

Fyrst og fremst selja vit feskt og ræst seyðakjøt og avroð. Her er talan um krov og stykkir. Eisini hava vit eitt sindur av rabarbum og høsnareggum til keyps. Kjøtið, sum vit selja, kemur úr Mikladali og av Húsum. Góður smakkur og rættur fiti hevur nógv at siga fyri okkum. Kjøtið í Mikladali er partvís av vestursíðuni, ið er brattlendi, og tað gevur altíð góðan smakk.

Vit halda, at tað er spennandi at fáa væl burturúr tí, ið vit eiga. Vit hugsa nógv um at gagnnýta og virðisøkja góðu rávørurnar. Fyri at tryggja okkum betri arbeiðsumstøður, hava vit gjørt okkum nýtt flettingarhølið, ið ger tað lættari at handfara og troyta rávørurnar. Vónandi verður flettingarhølið góðkent í 2021. Góðkenningin gevur okkum fleiri møguleikar at arbeiða við rávørunum. Vit meta, at tað er tað einasta rætt at gera.

Les meira Lat aftur
Vøruúrval

Vit selja bæði heil og sundurlimaði krov (Feskt og ræst)

Avroð

Garnatálg

Høsnaregg

Rabarbur

Nær er vøran tøk?

Summar og heyst

Hvussu keypir tú vørur frá okkum?

Umvegis messenger / facebook. Helst nakrar dagar áðrenn.

Atlit

Best er at boða okkum frá í góðari tíð, so vit kunnu gera avtalu um bílegging og útbering.

Vit búgva á Kalsoynni og eru tí tengd at sjóvegis ferðasambandinum til Klaksvíkar.