Vit eru tvey ættarlið, sum standa fyri virkseminum á Hoyskorsgarði í Svínoy. Jógvan Edmund er uppvaksin í Svínoy, og hjúnafelagin, Eydna, er úr Vestmanna. Vit hava búð mong ár í Svínoy, men í løtuni búgva vit millum Havnina og Svínoynna. Vit hava fimm børn: Elma, Petur, Marius, Esbern og Linda. Saman við Mariusi og hjúnafelagi hansara, Linnéu, selja vit vørur frá egnari framleiðslu í Svínoy.
Virksemið á garðinum er fjølbroytt. Vit hava altíð selt eitt sindur av seyðakjøti, men tá vit tóku við festinum í 2006, fóru vit veruliga undir at selja føroyskar kjøtvørur. Vit selja alt av seyðinum, bæði feskar og ræstar kjøtvørur. Harumframt selja vit gæs til jóla, epli og rabarbur.
Vit hava 3 eplaveltur, har vit samanlagt dyrka eini seks til átta ymisk sløg av eplum. Tað er hugaligt at gera royndir við eplamargfeldinum.
Rabarburnar vaksa í gott 100 ára gamla rabarbugarðinum, sum hoyrir til barndómsheimi hjá Jógvan Edmund, Húsini á Geilini. Tað má hava verið omman, Elsebet Malena, sum gjørdi garðin. Hon hevði tiltiknar grønar fingrar. Undir 2. Veraldarbardaga kom alt grønmeti á Klaksvíkar sjúkrahúsið úr Svínoynni, m.a. úr garðinum hjá Elsebeth Malenu. Hon seldu teimum jarðber, sólber og ribsber.
Garðurin er enn fullur í alskyns gróðri. Har eru hvannir, rabarbur, hyllublómur og ymiskt grønmeti, sum systrarnar hjá Jógvani, Maud og Sunneva, hava sett niður. Familjuni dámar væl at gera royndir við ymiskum gróðri, og nýggjasta royndin er at dyrka asparges.
Feska og ræsta kjøtið frysta vit, so vit kunnu selja tað alt árið. Rabarburnar skera og frysta vit eisini. Tá eplini eru tikin upp, halda tey sær til tíðliga á summarið eftir at tey eru tikin upp. Vit hava tað mesta av okkara vørum í Svínoy, men vørurnar kunnu fáast til Havnar og bygdirnar har á vegnum.
Jógvan Edmund er lærari og rithøvundur, og hann hevur m.a. skriva barnabøkurnar, Haruungin Nelus (2018) og Dunnuungin Pu (2006). Familjan hevur stóran áhuga fyri fuglalívi og kann fortelja eina rúgvu til dømis um serligu føroysku heimagásina, sum víkingarnir høvdu við til Føroya. Um summarið gera vit gongutúrar við ferðafólki, m.a. út á Draga, har vit fortelja um søgu og náttúru í Svínoynni. Eisini leiga vit íbúð út til tey, ið vilja sova nátt í oynni.