fo en

Ólavur Andreasen

Norðadalur

Vørur frá mær

 

Eg eiti Ólavur Andreasen, og eg eri triðja ættarlið, ið rekur garðin á Ytru fløtum í Norðadali. Eg eri uppvaksin á staðnum, og tað hevur altíð ligið mær nær at arbeiða við landbúnaði. Í 1995/96 tók eg landbúnaðarútbúgving í Norra.

Garðurin á Ytru fløtum fevnir bæði um óðalsjørð og kongsjørð. Í 1991 tók eg við fjósinum, og í 2016 keypti eg systkini út (óðalsjørðin).  Festið (Kongsjørðina),Kongshagin Úti í Bo, keypti eg í 2012.

Tað vóru abbi mín, Viggo Lutzen, og norska omma mín, Ingegerd, ið tóku stig til landbúnaðarvirksemi her á staðnum. Seinast í 1920’unum legði abbi inn leigutrø í Norðadali úr festinum, Úti í Haga. Eftir gomlu traðarlógini høvdu menn við leigutrøðum rætt til at keypa traðirnar, tá 2/3 av trøðini vóru vóru veltir. Abbi byrjaði við einum kúfóðri, umleið 11.000 fermetrar, og so varð meira lagt inn, velt og keypt. Tað hendi í fimm ella seks umførum. Á tann hátt vaks hann um innangarðsjørðina til hon varð ha 220.000 fermetrar. Tá abbi og omma fóru undir at velta lendið í Norðadali, var einki á staðnum. Tað var hagi, og velt varð við hond ella pløtt við rossum. Tað er ótrúligt hvat tey hava verið hugagóð og bjartskygd. Tað var serliga omma, ið sá stórar møguleikar at gagnnýta lendið í Norðadali. Hon var eitt grev. Tá lítið av arbeiði var hjá langabba, Valdemar Lutzen, sendi hann menn heim til Norðadals at velta. Sjálvan garðin lótu abbi og omma byggja í 1932. Abbi skrivaði til ommu á vári í 1932, at nú hevði hann fyri fyrstu ferð kynt upp í komfýrinum í køkinum í nýggju húsunum.

Abbi og omma byrjaðu við sjey mjólkineytum og nakað av kálvum, grísum og rossum. Hesa nøgd av djórum høvdu tey heilt fram til 1965. Tá farið varð undir mjólkaframleiðsluna, og heilt fram til 1970’ini, var rómin høvuðsúrdrátturin á garðinum. Í fyrstuni varð mjólka við hond, og tað gjørdu abbi og omma heilt fram til 1953, tá spannmjólkimaskinan kom. Maskinan riggaði illa, so í 1957 fingu tey nýggjar maskinur í silvurbrúdleypsgávu. Mjólkin varð sentrifugera til róma, og tað fóru 10 litrar av mjólk til 1 litur av róma. Tríggjar ferðir um vikuna varð riðið við róma til Havnar. Tað var bakaríið hjá Franz Restorff, sum eisini var familja, ið brúkti róma at gera kendu kondittarakøkurnar.

Í 1960’unum kom traktorvegur niðan á Skarið við Oyggjarvegin, og síðani kom eyrvegur fyrst í 1970’unum. Foreldrini hjá mær tóku við garðinum í 1972. Mitt í 1970’unum vóru um 15 mjólkineyt á garðinum, og í 1979 varð tað møguligt hjá lastbili at oman til okkum. Tástani gjørdi tað møguligt hjá okkum at selja mjólk heldur enn róma. Í fyrstuni seldi pápi bert mjólk til gamla meiaríið, men síðani fór hann at selja til MBM. Hann koyrdi mjólkina niðan á Skarið, og onkuntíð eisini allan vegin til Havnar

Abbi átti 1/2 í Margarinfabrikkini ( Thorshavns mælkeforsyning og margarinfabrik), ella Gamla meiaríð, sum vit plaga at kalla tað. Abbi og pápi vóru somuleiðis millum bøndurnir, sum í 1977 tóku stig til at skipa seg í lutafelagið, Mjólkavirki Búnaðarmanna, sum í 1996 broytti navn til Meginfelag Búnaðarmanna. MBM fór undir at taka ímóti mjólk í 1982.

Fjósið bygdu vit um í 1980’unum. Vit gjørdu rossa- og grísarúmini um til básar og ungneytarúm. Eisini fingu vit okkum fleiri neyt og nýggja mjólkiskipan. Tá varð ikki tørvur á so nógvum rossum, tí traktorurin gjørdi alt arbeiðið, men vit valdu at hava minst tvey ross á garðinum. Í 1982 koyrdu teir oman at tøma tangan, og tað varð ein himmalin munur. Eg hugsi ofta, tá eg koyri eftir oyggj, at eg siti heitt og gott – tað gjørdu tey ikki fyrr.

Í 1988 varð pláss fyri 26 mjólkineytum á garðinum, og í 1992 bygdu vit nýggjar súrhoyggjbrunnar og longdu fjósið við 15 metrum. Brunnarnir stóðu lidnir í 1996 og fjósið varð liðugt í 2004. Tá fingu vit 40 básar og pláss til 50 ungneyt. Tað varð ikki fyrr enn í 2012, at farið varð undir seyðahald. Áðrenn hetta høvdið vit heimaseyð. Tá eg keypti hagan, fekk eg møguleika at økja við mjólkineytum.

Í dag hava vit 40 mjólkineyt og 330 seyðir. Neytini verða mjólkaði morgun og kvøld. Sum mjólkibóndi hevur tað týdning, at tú fær spøk kríatúr. Eru kýrnar róligar, lættir um at mjólka. Seinnaparturin ferð við øðrum arbeiði, m.a. at koyra fóður inn og tøma flórin. Tað er alt millum himmal og jørð. Kyrnar verða flettar. Um summarið er nógv viðlíkahald av hegni. Um mann hevur velt nakað, er tað arbeiðið at fáa tað grønt um summarið. Um várið verður alt taða og í juli verður grasið fingið til høldar. Sum oftast sláa vit aftur í september. Nógv er at gera, men eg havi gott fólk afturat mær. Vinmenn og familja hjálpa til í samband við fjallagongu, royting, fletting o.s.fr. Vit eru 20 fjallmenn. Tað liggur ongantíð fyri hjá øllum samstundist, so um vit eru 12-15 mans, er tað á góðari leið.

Mær dámar væl at arbeiða við landbúnaði, tí arbeiðið er so fjølbroytt. Eg eri uppvaksin við kríatúrum, so tað fellur mær lætt.  Hava kríatúrini tað gott, so kemur alt av sær sjálvum. Tað er eisini ein góð kensla at vera tín egni harri og duga at fáa virksemið at bera til. Skapanargleðin og framgongdin. Tað er heilt vist alt stríðið vert. Hugurin drívur verkið.

Vit selja alt av neyti og seyði. Neyt fletta vit fleiri ferðir árliga. Tað veldst um hvussu kvígirnar kálva. Tá tær kálva, má flettast av teimum eldru. Eg fái ein slaktara heim at skera kjøtið, so verður pakkað og skriva á hvat er í – klárt at koyra í ovn ella grýtu. Í oktober fletta vit seyðin, og tá er møguleiki at keypa feskt seyðakjøt.  Er eftirspurningur eftir feskum kjøti og avroðum, eri eg púra opin fyri hesum.  Seyðakjøtið er ræst í desember, tó kunnu bøgirnir, sum mann sker frá, verða turrir um jóltíðir. Eg havi stóran hjall, so fleiri kundar lata krovið hanga til tað er ræst.

Í løtuni byggja vit nýtt leysgongufjós við súrhoyggjbrunnum. Tá fara vit at hava pláss fyri 80 mjólkineytum og 150 ungneytum. Við nýggja fjósinum verður meira pláss til alt virksemið, og tað verður møguligt at skipa flettingina betri. Tá verður lagamanni at taka meira upp eftir slaktið.

 

Les meira Lat aftur
Vøruúrval

Neytakjøt

Seyðakjøt

 

Nær er vøran tøk?

Vit hava feskt seyðakjøt um heystið, tá seyðurin verður flettur. Seyðakjøtið er ræst í desember, tó kunnu bøgirnir, sum mann sker frá, verða turrir um jóltíðir.

Tað er ymiskt nær vit fletta neyt.

Hvussu keypir tú vørur frá okkum?

Uppringing ella eini boð umvegis facebook. Er vøra útseld, kann mann skriva seg upp á bíðilista.

Í løtuni er tað mest søla til fastir kundar, men tá nýggja fjósið verður tikið í brúk, økja vit vørunøgdina og tá fer at bera til at selja til fleiri kundar.

Atlit

Í løtuni er sera avmarkað nøgd av kjøtvørum, men tá nýggja fjósið verður liðugt, økja vit vørumongdina.