fo en

RA-Fish

Tvøroyri

Vørur frá mær

Eg eiti Ragnar Groth Mortensen, og eg eri 36 ár. Eg eri uppvaksin í Ørðavík, men búgvi nú á Tvøroyri, har báturin liggur við kaj, og egningarskúrurin er í nánd.

Eg havi verið útróðrarmaður alt mítt lív. Síðst í 70’unum byrjaði pápi mín at rógva út, og síðst í 90’unum, tá eg var ein óviti, slapp eg við til útróðrar. So hvørt sum eg vaks til, slapp eg sjálvur at dríva bátin, og eg bleiv bundin og spentur at veiða, og fáa túrin til at eyðnast. Eg havi skiparapappír, og eg havi eisini siglt við størri skipum sum skipari og stýrmaður, bæði í Føroyum og í Noreg. Eg eri fulltíðar útróðrarmaður, men til tíðir, tá ið fiskiskapurin hevur svikið her inni á leiðini, havi eg veri noyddur at fara til sjós við størri skipum.

Útróður er ein doyggjandi vinna, tí hon er broytilig og passar ikki inn í nakran kalendara. Tað hevur alstóran týdning fyri meg, at útróðrarvinnan og -vitanin verða varðveiddar, tí tað er ikki ein og hvør, ið tímir og vágar sær at rógva út. Eingin útbúgving lærir teg um útróður, men tað krevur nógvar royndir at eydnast sum útróðrarfólk. Eg havi róð út síðan eg var 7 ár gamal, og eg læri enn. Tí er tað so syrgiligt, at nógvir royndir útróðrarmenn fara í grøvina uttan at hava sett nakran yngri við, ið kann føra teirra vitan víðari til næsta ættarlið. Hesir menn hava sjálvir arvað vitan frá pápum og abbum.

Vit veiða feskan fisk á umhvørvisvinarligan hátt, og tí kunnu vit avreiða 1.floks vøru eina ferð um døgnið, tá líkindini loyva tí. Harafturat meti eg, at húkaveiddur fiskur, sum bert er fáar tímar gamal, er ein so góð rávøra, at prísurin burdi verið betur, enn hann er í dag. Eg eri av tí áskoðan, at í einum heimi, har mann tosar um matvørutrot, hava vit skyldu at røkja allar grunnar og stovnar, so at vit á skynsaman hátt kunnu gagnnýta tilfeingið, so tað hevur møguleika at endurnýggja seg sjálvt.

Vit útróðarfólk hava ikki ein arbeiðsdag frá kl. 07 til 19.

Fyrst egna vit okkara línu, sum skal nýtast til fiskiskapin. Við hvørt egni eg sjálvur, men sum oftast havi eg pensionistar og skúladreingir at hjálpa mær. Vit egna við høgguslokki, makreli, goggu og saury, alt eftir, hvat og hvar vit royna at fiska, og hvussu líkindini eru. Línurnar verða goymdar í frystirúminum, til vit skulu nýta tær. Tær verða tiknar út at tiðna, áðrenn tær kunnu setast.

Tá veðrið er til vildar, og streymurin ikki er ov harður, verður farið til útróðrar. Vanliga eri eg einsamallur umborð, men eg ringi eftir hjálp at kryvja, tá talan er um rokfiskiskap.  Nær eg loysi, er tengt at fiskimið og fiskaslag. Eg seti til kyrrindi ella lýsing, men um líkindini ikki loyva tí, noyðist eg at finna tíðarbil, ið hóskar til veðurlíkindini.

Tá komið er á fiskileið, og rákið er til vildar, verður sett. Tað tekur millum 20 minuttir til 1½ tíma, alt eftir mongd av línum og fjarstøðu millum stubbarnar. Eg byrji at seta til, og so lati eg minst 1½ tíma ganga til eg aftur dragi. Soleiðis fær línan staðið og fiskað eina løtu. Tá liðugt er at draga, og allur fiskurin er kruvdur og ísaður, verður kósin sett til lands, har fiskurin verður landaður og seldur til tann, ið letur besta prísin. Sjálvur útróðrardagurin tekur vanliga millum 12-16 tímar.

Frá august til februar royni eg við línu eftir toski og hýsu. Tað er rættuliga ymisk, hvat vit gera frá februar til august. Tað veldst um líkindi, fiskiskap og søluprís. Um várið snellast vit vanliga eftir toski, og tá gýtingin er liðug, plagi eg at fara við kalvalínu, snellast eftir upsa ella royna við línu eftir longu og brosmu.

Les meira Lat aftur
Vøruúrval

Eg selji rundan fisk, ikki flak. Eg selji allan vanligan fisk. Sløgini broytast alt eftir árstíðunum.

Toskur

Hýsa

Lýrur

Brosma

Longa

Kalvi

Nær er vøran tøk?

Meira ella minni alt árið.

Alt er treytað av veðrið, vindi og streymi.

Hvussu keypir tú vørur frá mær?

Mær dámar best, at fólk antin skriva teldupost,ella sms/messenger. Tað kunnu tey gera alt samdøgrið.

Atlit

Eg kann ikki tryggja vøru til ein ávísan dagfesting.

Eg havi vøruna, tá ið líkindini eru góð og eg kann fara til útróðrar.