fo en

Signabøgarður

Signabøur

Vøra frá okkum

Eg eiti Dorthea Joensen og eri festari á Signabøgarði. Eg eri elst av tveimum systrum, og í 1990 tók eg við festinum eftir pápa mín. Hann festi eftir pápa sín, sum festi eftir fosturpápa sín, sum sat við festinum, tí at pápi abba doyði á ungum aldri, til abbi kundi taka við garðinum. Á Signabøgarði hevur seyðahald og mjólkneyt verið høvuðsvinna. Tá eg tók við festinum var mjólkaneytahald á garðinum, men vit góvust við hesum í 2008. Í dag fevnir virksemi um seyðhald, gæs og hønu, ala føroysk ross, ferðavinnutilboð við søgum, gongutúrum og minnislutum av seyði.

Foreldur míni hjálptu til við arbeiðinum á garðinum, so leingi tey orkaðu. Í dag arbeiða maður mín, Evald og eg saman við dóttur okkara, Signu, og versoninum, Jenus, á garðinum. Vit hava tó annað parttíðarstarv eisini.

Vit fáa góða hjálp frá familju og vinum, serliga í samband við ávísu árstíðirnar, t.d. fjallfólk, hoyfólk, flettarar og køkshjálp. Fyri meg hevur tað nógv at siga, at vit hava hjálparfólk, sum hava verið leingi á garðinum og dáma at vera her. Eisini hava vit kundar, sum hava keypt frá okkum í fleiri ættarlið. At fást við matvøruframleiðslu meta vit sum týdningarmikið starv. Virðið sæst ikki altíð aftur í so nógvum pengum, men tey flestu, sum hjálpa okkum, vera lønt við kjøti. Vit metta nógvar munnar við okkara 240 áseyðum.

Dagarnir eru sera ymiskir alt eftir hvør árstíðin er. Frá november og út í mai eru rossini og brundseyðirnir inni, so tá verður givið í fjósinum morgun og kvøld. Er kavi um veturin, fær seyðurin úti hoyggj dagliga. Frá 1. mars til umleið hálvan mai geva vit øllum seyðinum hoyggj og kraftfóður hvønn seinnapart. Frá 1. juni til 31. august taka vit í móti ferðafólki mánadag og hósdag, ganga túr við teimum, siga teimum søgur og borðreiða við mati av garðinum fyri teimum. Harafturat er tað alt tað vanliga, sum hoyrir seyðaárinum til. Medisinfjall í mars, várfjall í juli, heystfjall og fletting í oktober. Lembingin í apríl og mai hevur nógv arbeiði við sær, ein strævin, men góð tíð, tá nýtt lív sæst mest sum hvønn dag. Vit velta nakað av eplum og hava rabarbur, so tað brúka vit nakað av tíð til um várið og summarið.

Signabøhagi liggur á skuggasíðu, so kjøtið úr haganum smakkar væl. Grasið veksur seint og langt út á árið, so tað hevur góðan, frískan smakk langt út á heystið, sum merkist aftur í kjøtsmakkinum. Seyðurin gongur úti alt árið. Um veturin og út á várið fær seyðurin stráfóður aftur at tí, hann bítur í haganum, um várið verður kraftfóður givið afturat.

Matur hevur altíð verði høvuðsframleiðslan á garðinum, men vit gera eisini nakað við listahandverk og ferðavinnutilboð, og so ala vit føroysk ross. Vit góðska ull og horn av garðinum og nýta tey til bundin pløgg, knappar og annað prýði, sum vit selja til gestirnar. Um summarið bjóða vit gongutúrar við søgum um garðin og føroysku rossini. Eftir túrarnar bjóða vit mat av garðinum. Eftir umbøn samskipa vit eisini onnur tiltøk við mati og hugna á garðinum.

Les meira Lat aftur
Vøruúrval

Vit selja alt av seyði. Heil fesk krov, ræstar og turrar limir av lamb og ær, og avroð av ymiskum slag.

Eisini selja vit nakað av rabarbum, eplum og gæs til jóla.

Nær er vøran tøk?

Tað mesta av árinum.

Fekst kjøt tó bert í oktober.

Ræst kjøt frá umleið 1. desember.

Turt lambskjøt frá umleið 1. februar.

Hvussu keypir tú vørur frá okkum?

Fólk kunnu altíð ringja ella skriva til okkara. Vilja tey hava fekst kjøt, má tað tó helst bíleggjast í september. Vit frysta avroð og ræst og turt kjøt, so tað velst um søluna, annars er tað altíð tøkt.

Atlit

Vit selja so leingi nakað er eftir.

Vørurnar fylgja árstíðini.