Eg eri Agnes Mols Mortensen. Eg eri uppvaksin á Tvøroyri og búgvi í Syðrugøtu.
Áhugin fyri tara kom á ungum árum. Eg var sera áhugað í náttúruni, men fall serstaklig fyri taranum. Tað man hava verði kombinatiónin av vøkstri og sjógvi, ið gav útslagið.
Eg eri útbúgvin ph.d í lívfrøði og so eri eg eisini stjóri í fyritøkuni TARI, sum eg eigi saman við beiggja mínum, Mortan Mols Mortensen. Eg arbeiði sum taraframleiðari og granskari.
Vit fóru undir at selja tara í 2015, tí har var ein veksandi eftirspurningur eftir turkaðum taravørum. Vit raðfesta lívfrøðiliga burðardygd og selja bert tarasløg, sum vit kunnu ala ella veiða á burðardyggan hátt, uttan at nýta annan reiðskap enn knív. Vit ala tang og breiðbløðkutan sukurtara, og skera tarablað, søl, nalvapurpurhinnu og langvaksnan reipatara úr náttúruni.
Taravørurnar Ocean Palm (søl), Ocean Purple (nalvapurpurhinna), Ocean Wings (tang) og Occean Spaghetti (langvaksin reipatari) eru turkaðar liðugtvørur, ið vit selja á kaféum og kunningarstovum kring landið. Ocean Palm og Ocean Purple liðugtvørurnar selja vit í 15 gramm posum, Ocean Wings í 20 gramm posum og Ocean Spaghetti í 25 gramm posum. Møguleiki er eisini at keypa í størri nøgd, og tá pakka vit í íløt við loki.
Afturat “Ocean vørunum” selja vit eisini breiðbløðkutan sukurtara, tarablað, lodnan skeggtara og tarasalt. Hesar vørur eru ikki á vanligu søluhillunum, men kunnu bíleggjast.
Hvør dagur er ymiskur, so tað er torført at lýsa ein vanligan arbeiðsdag. Vit arbeiða við kleking, aling, skurði, víðari virking og pakking og sølu av tara, umframt umsiting og gransking. Um heystið klekja vit taran, og um veturin seta vit gróðursettar línur út. Skurðurin er um várið.
Umframt framleiðsluna og granskingina, bjóða vit av og á taratúrar í í føroysku náttúruni, og saman við Húsarhaldsskúla Føroya hava vit skeið um tara til matna. Húsarhaldsskúli Føroya hevur ment fleiri uppskriftir við okkara taravørum. Vit samstarva eisini við SMAKKA Spf, ið ger hágóðskumatvørur við tara frá okkum.