fo en

Tøðan

Gásadalur

Vørur frá mær

Eg eri Jóhan Dávur Joensen úr Tøðuni í Gásadali og eg selji rávørur og virkaðar landbúnaðarvørur.

Vit hava bæði óðals- og festijørð, og eg tók við festinum hjá pápa mínum í 1999.

Matframleiðslan er familjuvirksemi, ið stavar langt aftur í tíðina. Vit hava altíð selt landbúnaðarvørur, men virksemi er broytt og vørurnar dagførdar við tíðini.

Áðrenn tunellin kom til Gásadals í 2006, vóru arbeiðskorini ikki tey somu sum í dag. Samferðslan var nærum ógjørlig. Tá seldu vit havhest, oksar, seyð, ull og skinn, og vit vóru sera tengd at tyrluni. Í dag er støðan ein onnur, og eg kann lættliga flyta meg til og frá Gásadali. Tað er mikið lættari og bíligari at selja mína vøru.

Eg eri  bóndi fulla tíð og geri tað mesta sjálvur, men fái eisini góða hjálp uttanifrá.

Vistfrøði, djóravælferð og burðardygd hava stóran týdning fyri meg. Eg royni altíð at fara væl við umhvørvinum, taka alt upp og fara væl um skapanarverkið. Vøran, sum eg selji, er stuttflutt og burðardygg, og í ein stóran mun vistfrøðilig. Gjøgnumskygni er eisini ein raðfesting hjá mær. Vøran er ikki løggildað, men hon er skrásett sum heimaframleiðsla hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu. Framleiðslunummarið er 19-59. Eg rindi landinum mvg av inntøkunum frá framleiðsluni, v-talið er 504289, so her er ikki talan um svartan marknað.

Eg selji tað, sum jørðin gevur, bæði rávørur og virkaðar vørur. Eg havi seyð og highlander fjallaneyt, sum ganga á fjøllum og fløtum. Av teimum fæst kjøt, avroð, ull, skinn og horn. Somuleiðis geri eg nógv við at dyrka grønmeti. Eg selji epli, mairøtur, kálrabi  – og hvannir, ið veksa serstakliga væl á stykkinum hjá mær.

Veðrið hevur stóran týdning fyri framleiðsluna. Okkurt árið er rótakálið farið fyri skeytið av veðri. Onkuntíð er tað av vindi, aðra tíðir av kulda ella skerpingi.  Viðhvørt er grøðin góð, og onnur ár er ongin grøði.

Veturin er langur og strangur. Viðhvørt skal eitt heilt vár fáast frá hondini í tríggjar dagar. Niðanfyri ber til at lesa um eitt fyrimyndarligt ár.

Í januar fer tíðin við at pløga, fresa, grava veitir, leggja rottugift í haga og bjørg. Í februar og marts er arbeiðið somuleiðis at pløga, fresa, grava veitir. Mítt lendi liggur frá 80 og uppum 700 metrum yvir havinum og dalurin vendir vestureftir. Hetta hevur bæði fyrimunir og vansar. Várið og summarið koma seint. Í apríl fær seyðurin heilivág, og fyri at lombini skulu yvirliva, byrjar lembingin ikki fyrr enn 10. mai. Hetta er seinni enn aðrastaðni í Føroyum, og tí  eru lombini eisini yngri, enn eitt týpiskt føroyskt lamb. Í mai verður gingið burtur í haga minst eina ferð um dagin, kanna um ærnar fáa lembt, og hvussu ær og lamb liva. Í mai skulu garðar verða í seyðhøgum standi og tá seti eg eisini epli niður, geri kál og sái røtur. Í juni røki eg kálveltuna og hippi eplaveltuna. Hvannir verða tiknar millum hálvan juni til ólavsøku. Í juli gangi eg fjall, men slái eisini gras. Mairøturnar eru sjáldan tøkar áðrenn hálvan august.  Um tað mundið slái eg eisini gras og geri ballur til neytini,  hoyggi turt til seyðin, taki røtur og epli upp, selji røtur í reyðu sølubúðini og koyri røtur út til størri kundar. Heystfjallið verður gingið, tá ið tað viðrar og fólk tøkt í oktober, síðani verður flett. At taka upp er eitt stórt og tíverri undirmett arbeiði [sum menn ikki tosa um]. Tá ið seyðurin er dripin, skulu neytini drepast. Í november røki eg kjøtið í hjallinum og restin av matvørurnar. Desember fer við útkoyring og sølu, tí eg koyri ræst kjøt út til trúgvar kundar.

Les meira Lat aftur
Vøruúrval

Tað, sum jørðin gevur – bæði rávørur og virkaðar vørur.

 

Seyð og Highlander fjallaneyt. Kjøt, kjøtpylsur, rullupylsur og garnatálg

Eisini ull, skinn og horn

Grøði: Epli, mairøtur, kálrabi og hvannir. Súltaðar røtur (mai og kálrabi)

Nær er vøran tøk?

Tað er ymiskt, og velst um hvussu ár og veður háttað sær.

Í august og september eru mairøtur tøkar, men er eitt gott heyst, kunnu súltaðar røtur verða tøkar árið eftir.

Epli í september

Hvannir  um hálvan juni til ólavsøku.

Hvussu keypir tú vørur frá mær?

Vælsignaðu ring ella komið forbí. Tað ber til at skriva teldupost, men tá fært tú ikki svar beinanvegin.

Atlit

Veðrið! Okkurt árið er rótakálið farið fyri skeytið av veðrið, onkuntíð vindi, onkuntíð av kulda, onkuntíð av skerpingi. So viðhvørt er grøðin góð og onnur ár er ongin.