fo en

Matfrø(ð)i verkstovurøð

Vitan fremur virðing.

Jú meira vit vita um matin…

Stórur tørvur er á átøkum, ið tala staðbundnu rávørurnar upp og økja um tilvitanina um hvussu
hesar skulu handfarast, tvs. at menna (fakligu) vitanina og handverkið innan ymsu
rávørubólkarnir.

Húsarhaldsskúlin og Matkovin eru tí farin undir verkstovusamstarv, ið hevur fingið heitið, Matfrø(ð)i*

Við verkætlanini, Matfrø(ði), fara vit undir verkstovurøð um burðardygd, kostfrøði,
matmentan, handfaring av rávørum og matgerð fyri børnum og vaksnum, umframt førleikamennandi verkstovur fyri matframleiðarar
og starvsfólk í stórkøkum.

Verkætlanin, Matfrø(ð)i er fíggjað við stuðli frá Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum.

Reglugerð fyri stuðul til nýskapan í landbúnaðinum

Stk. 2. Undirkonta 01 er ætlað at stuðla verkætlanum, sum hava til endamáls at skapa størri
vitan, menning og vøkstur á landbúnaðarøkinum.

Stk. 3. Undirkonta 02 er sett av til at fremja royndarverkætlanir, ið kunnu økja
framleiðsluna, nýtsluna, virðingina fyri og tilvitskuna um stuttfluttar føroyskar
dygdargóðar og heilsugóðar matvørur.

*Matfrø(ð)i er orðaspæl. Frøi er gleði, og frøði er vitan, og í verkstovurøð okkara er fokus á bæði.

Matfrø(ð)i verkstovurøð

16. mars Fiskaverkstova

23. mars Kokkaskúli fyri børn: Fiskur

4.-5. apríl Matvørureinføri

19.-20. apríl Vørumenning fyri matframleiðarar

25. mai Tari

1. juni Rabarba og hvonn

6.-7. juni Staðbundin matmentan fyri starvsfólk í stórkøki

22. juni Føroysk matmentan fyri tilflytarar

30.-31. august Vørumenning fyri matframleiðarar

7. septembur Grønmeti fyri børn

14. septembur Grønmeti fyri vaksin

28. septembur Kjøt og avroð fyri vaksin

5. oktobur Kjøt og avroð fyri børn

26. oktobur Heimagjørt pasta við føroyskum rótmeti (epli og rót)

28. oktobur Kokkar, framleiðarar og sosial ábyrgd

9. novembur Skeljar

14.-15. novembur Staðbundin matmentan fyri starvsfólk í stórkøki

23. novembur Í krukkuna: Góðsking og goyming