fo en

Blóðkøka við ísi og kirsuberum

Tilfar til 6 køkur

115 g av bleytum smøri

75 g av sukri

½ tsk av vaniljusukri

½ tsk av kanel

Skalið frá ¼ vistfrøðiligari appelsin

2 egg

100 g av blóði

95 g av mjøli

1 tsk av bakipulvuri

150 g av (frystum) kirsuberum

100 g av flormelis

Mannagongd

Kóka kirsuberini í einari grýtu við 3 spsk av vatni í 5 minuttir. Síla kirsuberini frá og set tey at køla. Rør 100 g av flormelisi í kirsuberjalakan og set lakan til síðis.

Píska smør, sukur, vaniljusukur, kanel og appelsinskal saman í minsta lagi í 10 minuttir til deiggið er hvítt og lætt.

Brót eggini í eina skál og blanda tey við blóðið. Rør síðani egg-og blóðblandingin varisliga í deiggið – ikki alt í senn!

Síla mjøl og bakipulvur í deiggið. At enda vendir tú kirsuberini í deiggið.

Deil deiggið í 6 smurdir muffinformar og baka køkurnar í 15 min á 170 hitastigum í einum ovni, sum er hitaður frammanundan.

Nýt ein stokk at prika djúp hol í køkurnar, meðan tær eru flógvar. Stoyt kirsuberjalakan omaná køkurnar, so at tær blotna. Lat køkurnar køla, meðan tær enn eru í formunum.

Borðreið køkurnar við góðum vaniljuísi.

Teitur Christensen, høvuðskokkur á Fútastovu, hevur ment uppskriftina.

Durita Pætursdóttir Christensen hevur tikið myndina.

Rætturin var partur av matskránni til tiltak um avroð í Silo 18/10-20. Sí frásøgn.