fo en

Hjartasalat

Tilfar til 3 verðir

2 hjørtu

500 g av lambsfeitti (Øll sløg av feitti ella olju kunnu nýtast)

1 salat høvd

200 g lítlar tomatir

50 g bókhveitikjarnur

Salt og pipar

Rómadressingur:

2 dl rómi

Saftin frá 1 sitrón

2 spsk rørsukur

Salt og pipar

Mannagongd

Sker hjørtini í 2 hálvur og reinsa tær fyri blóði. Legg síðan hjørtuni í eitt fat og kryddað við salt og pipar.  Smelta feittið og stoyt tað omaná hjørtuni. Feittið skal hylja hjørtuni. Pakka fatið inn í stanniol, og set fatið í ovnin í 3 tímar á 140 hitastig. Set síðani hjørtuni at kølna, so at tú kanst skera tey í tunnar dálar. Tú kanst endurnýta feittið. Feittið heldur sær í minsta lagi 6 mánaðir í køliskápinum og í minsta lagi 1 ár í frystiskápinum.

Sker tomatirnar í helvt og legg tær í eitt fat við olju og salti og pipari. Set fatið ovarliga í ovninum og grilla tomatirnar í 10-15 minuttir á 150 hitastig. Hygg eftir tomatunum og tryggja tær, at tær ikki fáa ov nógv. Set síðani tomatirnar at kølna.

Rista bókhveitikjarnurnar á pannu í nakrar minuttir á miðal hita.

Vaska og sker ella rív salatið í smærru stykki.

Rómadressingur:

Lat sukrið og sitrónsaftina í eitt ílat við loki, og rist ílatið, so at sukrið upploysist. Stoyt síðani róman í ílatið, og rist ílatið til blandingurin kennist tjúkkur. Smakka til við salti og pipari.

Legg salatið í eina skál og vend tað í rómadressinginum. Legg síðani hjørtuni, tomatirnar og bókhveitini omaná salatið.

Teitur Christensen, høvuðskokkur á Fútastovu, hevur ment uppskriftina.

Durita Pætursdóttir Christensen hevur tikið myndina.

Rætturin var partur av matskránni til tiltak um avroð í Silo 18/10-20. Sí frásøgn.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.