Eg eri Jóhann Fagraklett, og saman við familju míni, eiga og reka vit Gásadalsgarð í Gásadali.
Í 2015 tóku vit við ognarjørð eftir systkinabarnið hjá mammu í Gásadali. Hann helt, at nú var tíðin komin til eitt ættarliðsskifti. Vit fóru so undir at nútímasgera og menna landbúnaðarvirksemi á garðinum. Gásadalsgarður varð liðugt bygdur í 2017, og her hava vit landbúnaðarvirksemi, kafé og gistingarhús.
Vit eru trý ættarlið, sum arbeiða á garðinum. Foreldur og systkin míni taka sær av matstovuni og sláturhúsinum, og eg taki mær mest av jarðarbrúkinum og djórahaldinum. Eg arbeiði ¼ tíð við landbúnaði, og restin av tíðini arbeiði eg í aðrari vinnu. Eg eri útbúgvin maskinmeistari og sigli sum maskinmeistari. Afturat tí havi eg eitt virki við stálvirksemi, har vit uppfinna og útflyta vørur.
Afturat okkum í familjuni eru umleið 10 hjálparfólk, ið arbeiða á matstovuni, og vit hava ein røktingarmann, sum eisini eigur í okkara felags haga. Tríggjar ferðir um árið eru vit á fjalli. Vit hava bert hagaseyð, so seyðurin kennir ikki til kraftfóður og seyðahús. Fyrsta vikuskiftið í oktober plaga vit at taka skurðfjallið, og beint aftaná byrjar flettingin.
Hølini á Gásadalsgarði eru soleiðis innrættaði, at vit kunnu hava skiftandi virksemi. Um várið og summarið eru hølini karmur um kafé, mentan og tónleik, har fólk kunnu koma innar at keypa mat og drekka. Mánaðarskiftið september – oktober taka vit lampurnar niður og flyta innbúgvið, so at hølini kunnu nýtast sum turkirúm. Vit dyrka byggkorn, sum vit turka í turkirúmin. Kornið verður nýtt til ølbryggjan og fóður. Tá vit eru liðug at turka korn, verða hølini gjørd til sláturhús, har við fletta tarvkálvar og seyð.
Á matskránni í kaféini hava vit heitar rættir, smyrjibreyð og køkur. Vit gera nógv við at nýta egna framleiðslu, til dømis selja vit súpan við ræstum tarvkálvakjøtið, heimagjørt rugbreyð við føroyskum viðskera, rabarbudessert og serføroyskari øl. Ølin er gjørd við korni frá egnari framleiðslu, og vatnið er úr Múlafossi í Gásadali. Vit selja eisini ymiskar matvørur, t.d. saltað ungkálvakjøt, avroð og epli. Tey, ið vilja keypa hesar vørur, kunnu ringja til okkum ella senda okkum eini boð.
Sum matframleiðari meti eg tað hava týdning, at vøran er stuttflutt og burðardygg, og at smakkurin og søgan eru góð. Eisini raðfesti eg slóðbrótan innan matframleiðslu. Okkum dámar væl at bróta upp av nýggjum. Í 2018 vunnu vit heiðurin sum Ársins Innovatión. Tað er Íverksetarahúsið, sum samskipar hesa árligu heiðurslønarhandani. Um Gásadalsgarð varð sagt: “Ársins Innovatión hevur eitt serstakt konsept. Tey hava samantvinnað tað gamla og tað nýggja – nevniliga bóndaskap og ferðavinnu. At hetta fer fram í somu hølum, ger tað enn meira serstakt.”
Í 2019 vórðu vit tilnevnd til NORDIC FOOD AWARD fyri hugskotið at nýta tarvkálvar til matframleiðslu. Í juni 2017 byrjaðu vit at taka ímóti tarvkálvum frá mjólkaneytubóndum, og á vetri 2018 slaktaðu vit fyrstu ungkálvarnir. Tarvkálvarnir eru til yvurs hjá mjólkaneytabóndunum, og tí var vanligt fyrr, at teir vórðu dripnir og tveittir í skrell stutt eftir kálving. Vit byrjaðu at taka ímóti tarvkálvunum og lata teir ganga á biti og vaksa seg stórar her í Gásadali. Um heystið, tá teir eru vorðnir ungkálvar, verða teir flettir, og kjøtið verður síðani saltað ella latið ræstna. Hetta er ein sera burðardygg loysn. Tarvkálvarnir fáa eitt longri lív og verðigt endamál, og vit fáa gott kjøt. Kálvarnir vaksa sera seint, og tí er tað dýrt at taka sær av kálvunum, men seini vøksturin er eisini tað, sum ger, at kjøtið smakkar serstakliga væl.
Fyrr varð nógv korn velt í Gásadali, men í eini 60 ár hava ongar kornveltur verið á staðnum. Í 2019 gjørdu vit eina roynd at dyrka byggkorn, og tað eydnaðist so mikið væl, at vit hava valt at halda áfram við byggveltingini. Tá akurin er hálvan metur høgur, er klárt at heysta. Kornið verður turkað á gólvinum í sláturhúsinum. Kornið verður nýtt sum fóður til kálvarnir, og til ølframleiðslu. Føroya Bjór framleiðir eina Irish red ale, Múlafossur, við byggi og vatni úr Gásadali.