fo en

Kongsstovan

Haraldssund

Vøra frá okkum

Vit eru Kári Klettskarð í Kongsstovu (34 ár) og Gunnhild Dahl Niclasen (36 ár). Vit búgva í Haraldssundi, har, sum Kári er uppvaksin. Gunnhild er uppvaksin í Havn og Klaksvík.

Kári er útbúgvin skipsførari og hevur siglt við ymiskum fiskiførum. Hann eigur og rekur útróðrarbátin Kallanes. Harafturat hevur hann tikið landbúnaðarskeið fyri festarar við smáum festum og er seyðamaður fyri Innan á Skarði.

Gunnhild hevur BA í stjórnmálafrøði og MA í Human Økologi. Hon hevur undirvíst í samfelagsfrøði og arbeitt við ymsum verkætlanum og tiltøkum um umhvørvi. Í fjør fór Gunnhild úr starvinum sum miðnámsskúlalærari og gjørdist sjálvstøðug vinnurekandi. Hon er annar av samskiparunum av umhvørvisvikuni hjá Klaksvíkar Kommunu, ið ber heitið Slóða Fyri, og hon arbeiðir eisini í Súkkluhandlinum í Klaksvík.

Jørð hevur altíð verið í familjuni, og í løtuni eru vit fýra ættarlið, sum eru saman um seyðahaldið. Okkum dámar væl, at matframleiðslan er eitt familjutiltak. Øll familjan hjálpist at við seyðahaldinum, og vit varðveita og styrkja týdningarmiklar siðvenjur, sum øll familjan er ein partur av, t.d. samanhald, samstarv og hugni.

Arbeiðsbyrðan er ikki altíð tann sama. Tað veldst um tíðina á árinum. Í januar fara vit eftir veðragjólingum og passa teir inni. Somuleiðis savnast vit øll og gera garnatálg. Februar og marts eru stillir mánaðir, har tíðin fer við at passa veðragjólingarnar. Í apríl fara vit á fjall at geva seyðinum fyribyrgjandi heilivág, og í mai fara vit í feitilendi við veðragjólingunum. Í juni fara vit á fjall í áseyðaroyting, og juli og august mánaður fara við hoygging. Í septembur fara vit eftir veðrunum, sum hava verið í feitilendi, og á fjall eftir restini av seyðinum, ið skal flettast. Vit eru heilt liðug við flettingina og at taka upp í oktobur. Restina av árinum er meira friðaligt, veðragjólingarnir fara út í novembur/desembur.

Tað hevur stóran umhvørvisligan týdning fyri okkum, at matframleiðslan er burðardygg og at allur maturin verður gagnnýttur.

Í skrivandi løtu selja vit rávørur og góðskaðar vørur. Okkum dámar væl at taka ímóti fólki og hava tí ætlanir um at hava heimablídni.

Les meira Lat aftur
Vøruúrval

Turt kjøt

Ræst kjøt

Livrar

Nýru

Blóð, vembur og tálg

Garnatálg

Smurdar matpakkar

Nær er vøran tøk?

Turt kjøt – Mars og til onki er eftir.

Røst riv – 15. Novembur til 15. Januar.

Ræst kjøt – 1. Desembur til 1. Februar.

Livrar og nýru – Tá vit fletta síðst í Septembur og til onki er eftir.

Blóð, vembur og tálg – Meðan vit fletta, síðst í septembur.

Garnatálg – Eftir jól.

Smurdar matpakkar – eftir avtalu.

Hvussu keypir tú vørur frá okkum?

Hetta velst um vøruna, sum fólk ynskja sær, men best er at ringja ella skriva.

Turt kjøt – 1-2 dagar áðrenn

Ræst kjøt – 1-2 dagar áðrenn

Livrar og nýru – Best at bíleggja áðrenn vit fletta.

Blóð, vembur og tálg – Best at bíleggja áðrenn vit fletta.

Garnatálg – 1-2 dagar áðrenn

Smurdar matpakkar – 1 viku áðrenn

Atlit

Vit hava seyð til egið húsarhald, og tað vit ikki megna at eta sjálv, tað selja vit, tískil hava vit avmarkaða nøgd.

Nær maturin er tøkur, velst um nær vit fara á fjall, men vit plaga at miða eftir at fara aftaná 20. sept.