Eg eiti Maud Wang Hansen og eg búgvi í Nólsoy. Í nøkur ár havi eg tikist við at dyrka grønmeti, men eg eri nústani nú farin í gongd við at selja av egnari grøði. Alt hjá mær er smáframleiðsla, sum heimavirki, og fyrst og fremst velti eg til egið brúk og til tá eg geri mat til onnur. Men tá eg havi nóg mikið av vørum, selji eg fegin burturav.
Grønmetisgrøðin er eitt frítíðarítriv afturat lestri og arbeiði. Í miðal arbeiði eg hálva tíð í grønmetisgarðinum, men um summarið og tá alt skal takast upp og fáast til høldar, fyllir arbeiðið nógv meira. Eg fái góða hjálp frá mínum manni, ið tekur sær av tí tunga arbeiðinum.
Eg starvist sum námsfrøðingur í barnagarði og eg eri masterlesandi á West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management á Setrinum. Eg eri útbúgvin námsfrøðingur við diplomútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu og Marte Meo ráðgevi.
Eg fór at dyrka grønmeti, tí eg vildi gerast sjálvbjargin og arbeiða fyri at tálma innflutningin av útlendskum matvørum. Tað hevur týdning fyri meg, at maturin, ið eg eti, er burðardyggur, staðbundin og vistfrøðiligur. Um eg kann kalla tað vistfrøðiligt, er ein spurningur um stempul/góðkenning – og eg veit ikki, nær ein lýkur treytirnar fyri at kalla tað vistfrøðiligt. Men eg geri tað so vistfrøðiliga burðardygt, sum eg kann.
Smakkur, siðvenja og góðar søgur hanga saman, og at kunna tosa við fólk um hetta, gevur mínum arbeiði eina eyka dimensjón.
Eg havi eitt sindur av hvørjum í garðinum. Mær dámar at royna nýggj fræ og plantur. So skjótt kavin og frostið eru burtur um várið, koyri eg sankutøð í moldina og geri klárt at saksa og tæða moldina. Síðani fari eg í gongd við at sáa fræ. Eg seti spírarnar í vakstrarhúsið at veksa, og eg hyggi javnan, hvussu tað gongur. Eg geri mær altíð eitt yvirlit yvir allar planturnar og nær tær eru settar niður. Tá hitin er komin í luftina (mai, juni, juli), flyti eg spírarnar út í garðin, og so verður farið út í garðin hvønn morgun at hyggja, hvussu sær út. Onkuntíð noyðist eg at lúka og tynna út. Gjøgnum summarið eri eg hvønn dag í garðinum nakrar tímar. Um kvøldið væti eg moldina.
Vit eta salat og urtir gjøgnum summarið, og tá heystið kemur, taka vit epli og salat upp. Grønmetið verður blansjerað og koyrt í frystiboksina. Eplini goyma vit alt árið og kálrabirøtur og gularøtur so leingi tær strekkja út á veturin. Grøntkálið stendur allan veturin líka til ódnirnar gera av við tað, kanska í mars mánaði, og tá er næstan klárt at sáa nýtt grøntkál.
Í november seti eg hvítleyk niður í moldina, og so er at bíða til summarið eftir, tá eg kann heysta hann. Fyri fáum mánaðum síðani fekk eg mær hønur, og tað krevur, at eg eri enn meira til staðar í garðinum. Tær fáa at eta hvønn morgun.
Umframt at arbeiða, ganga í skúla og dyrka grønmeti, havi eg Heimablídni, har eg m.a. borðreiði við egnari grøði fyri gestunum. Eg verði eisnini ofta biðin at hava framløgur um burðardygga matmentan, matframleiðslu og sankutøð.