Eg eiti André Delmarsson Kjærbo og eg eri 33 ára gamal. Í 2015 tók eg við einum festi eftir mammubeiggja mín. Festið er 5 merkur og 8 gyllin.Í løtuni arbeiði eg fulla tíð innan byggivinnuna, og landbúnaðurin er eitt frítíðarítriv. Eg arbeiði við at menna Nesgarð, so at landbúnaðurin kann gerast eitt hálvtíðar ella fulltíðarstarv. Eg havi bert 120 áseyðir, men eg vóni at kunna skipa virksemið soleiðis, at eg fái havt 2-300 seyðir.
Tá eg tók við festinum, fór eg undir matframleiðslu og -sølu . Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri seyðahaldi, og hesin áhugi hevur breitt seg til gásar- og neytahald. Tá eg tók við Nesgarði, ynskti eg, at eg kundi liva av at verða bóndi og at framleiða so góða føroyska rávøru sum til ber. Í dag selji eg kjøt og avroð frá tarvkálvum og seyði, og gásakrov. Seyðakjøtið selji eg bæði feskt, ræst og turt.
Fyri meg, sum matframleiðari, hevur tað størsta týdning, at smakkurin er góður og at eg altíð kann bjóða kundanum bestu vøruna. Fyri meg, sum bónda, er heilsan hjá kríatúrinum og teirra umhvørvið altíð týdningarmikið.
Eg eri eina um at reka Nesgarð, men í ullaroyting og um heystið eru fólk altíð klár at geva eina hjálpandi hond. Eg havi fýra børn, og teimum dámar væl at sleppa upp í part. Tá børnini eru heilt lítil sleppa tey at luttaka. Hvønn dag, tá eg eri liðugur við arbeiðið í byggivinnuni, fari eg heim eftir børnunum. Vit geva gæsnum og seyðinum at eta og kanna eftir, at alt er sum tað skal vera, at ongin ær manglar ella er sjúk, og so verður farið í fjósið at fóra kálvarnir og seyðin, sum er inni.