fo en

Menudo: Meksikonsk kilisuppa við vambardálum

Tilfar til 5 verðir

1 vomb

3 sitrónir

Soð ella vatn

2 leykir

3 tomatir

1 hvítleykur

Olja

3 lavrberjabløð

Salt og pipar

1 Pasilla kilifrukt ( Miðalsterk )

6 Chilhuacle kilifruktir ( Miðalsterk)

Í staðin fyri meksikonsku kilifruktirnir kanst tú nýta aðra miðalsterka kilifrukt

Mannagongd

Reinsa vombina við vatni og legg hana í eitt fat.

Sker 2 sitrónir í helvt og kroyst sitrónsevjuna omanyvir vombina. Gníggja vombina við sevjuni. Sitrónsmakkurin doyvir avroðssmakkin.

Sker vombina í lítlar dálar, sum tú vendir í eina grýtu saman við lavrberjabløðum, nelikum, pipar, organo, 1/2 hvítleyki og 1 leyki.

Stoyt so mikið av soð í grýtuna, at soðið hylur vambardálarnar og kryddið.

Set at kóka í 3 tímar (40 minuttir í trýstkókara!).

Meðan vambardálirnir kóka, gert tú kilisósina.

Stoyt ein sjat av olju á eina pannu og vend kilifruktir, 1 leyk, 1/2 hvítleyk og 3 tomatir í pannuna.

Steik grønmetið við sterkum hita. Ansa eftir, at grønmetið ikki brennur.

Blenda síðani grønmetið og vend tað í soðið við vambardálunum.

Nú er klárt at borðreiða. Legg fínt skornar radisudálir í suppuna. Stroy hakkaða deymkorru og várleyk omaná suppuna. Smakka til við sitrónsevju.

Suppan smakkar best dagin eftir at hon er gjørd.

Meksikanski kokkurin, Julián Guajardo Rodríguez, hevur ment uppskriftina.