fo en

Stokt livur við eplamorli og brúnkaðum leyki

Tilfar til 3 verðir

1 livur

400 g av eplum

200 g av garðakáli

50 g av rivnum osti

6 leykir

200 g av smøri

2 dl av mjólk

1 tsk av sterkum sinnopi

1 tsk av sukri

1 dl av sherry

2 bk av karsa

Olja

Rugmjøl

Salt og pipar

Mannagongd

Reinsa livrina og sker hana í dálar, sum eru 2 cm tjúkkir. Legg dálarnar í vatn og reinsa blóðið úr teimum.

Tak skalið av leykunum. Sker leykirnir í helvt og síðan í tunnar dálar. Hita ½ dl av olju og 50 g av smøri í einari steikipannu. Steik skorna leykin á miðal hita til hann gerst brúnur. Lat síðan sherry, sukur og sinnop í pannuna, og lat smákóka til eingin væta er eftir. Smakka til við salti og pipari.

Flís eplini og garðakálið, og sker hesi í smá stykki. Kóka stykkini í vatni við eitt sindur av salti til tey eru moyr. Stoyt vatnið úr grýtuni, og lat stykkini dampað. Soleiðist slepst av við alla vætuna.

Mosa stykkini av epli og garðakál við einum stamper (køkstól til at gera morl). Eigur tú ongan stamper, kanst tú nýta eitt pískirís. Lat 100 g av smøri, 2 dl av mjólk og rivna ostin í grýtuna og rør tilfarið saman. Smakka til við salti og pipari. Tú kanst ríva muskatnøt at stroyða omaná morlið.

Hita nú 2 spsk av olju og 50 g av smøri á høgum hita í einari pannu. Vend livrastykkini í rugmjøl og steik tey í høgum hita í umleið ½ – 1 minutt á hvørjari síðu, alt eftir hvussu reyð tú vilt hava tey at vera. Legg livrastykkini á køkspappír og krydda við salti og pipari.

Nú er klárt at borðreiða. Legg livrastykkini omaná eplamorlið. Lat brúnkaða leykin omaná livrastykkini og prýð rættin við karsa.

Teitur Christensen, høvuðskokkur á Fútastovu, hevur ment uppskriftina.

Durita Pætursdóttir Christensen hevur tikið myndina.

Rætturin var partur av matskránni til tiltakið um avroð í Silo 18/10-20. Sí frásøgn.