fo en

Vøkstur

Kaldbak

Vørur frá okkum!

Vit eru Hans Petur B. Nolsøe, Pætur Bærentsen og Leif á Bøgarði. Vit eru tríggir vinmenn, sum fóru undir at dyrka grønmeti í Kaldbak og Kaldbaksbotni í 2020. Í hesum sambandi stovnaðu vit felagið, Vøkstur.

Umvegis Vøkstur  selja vit alskyns grønmeti. Í fyrstu syftu dyrkaðu og seldu vit hvítamai, kálrabi, radisur og epli, men vit hava eisini gjørt royndir við grønkáli og spíðskáli. Eftir ætlan víðka vit vøruúrvalið komandi árini.

Grønmetisverkætlanin er nýggj, men vit hava allir royndir og útbúgvingar innan landbúnað. Hans Petur er útbúgvin búnaðarfrøðingur ( agronom ) á Voss Jordbruksskole, og Pætur og Leif hava báðir tikið yrkisskeið innan landbúnað á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Sum 22 ára gamal í 2002 keypti Hans Petur sær 20 mjólkineyt og fór undir at framleiða mjólk.  Mjólkineytini hevði hann í Kaldbak til 2009, tá hann fór undir samstarv við ein annan bónda um at byggja nýtt fjós í Vatnaskørðum í Hoyvík. Nýggja fjósið stóð liðugt í 2012, og Hans P. arbeiddi har til 2017, tá hann gavst sum mjólkabóndi.

Í dag hava vit allir fulltíðarstarv í aðrari vinnu enn landbúnaðurin, men seyðahald og grønmetisframleiðsla fer allíkavæl við nógvari tíð. Vit hava allir festijørð, og vit hjálpa eisini at røkta annan haga.

Tað er ymiskt hvussu nógv arbeiðið fyllur. Um várið fyrireika vit grønmetisframleiðsluna. Byrjað verður við fræunum, sum vit antin  forspíra inni ella seta beinleiðis í moldina úti. Um várið er eisini lembingartíð, og tá er neyðugt at fylgja við hvussu seyðurin hevur tað. Um summarið byrja vit at taka grønmeti upp, og um sama mundið skal grasið eisini sláast og fáast til høldar. Tá hava vit nógv um at vera. Vit taka grønmeti upp so líðandi, sum tað er klárt. Tað gera vit frá sumri og seint út á veturin. Tað eru mest vit tríggir, ið taka okkum av grønmetisframleiðsluni, men vit fáa eisini góða hjálp frá familju og vinum. Børnunum dáma sera væl at vera við, tá vit arbeiða í veltunum.

Okkum dámar væl at gera ymiskar landbúnaðarroyndir. Vit hava sett ymiskt niður, og so fáa vit at síggja hvussu væl veksur. Eydnast tað ikki, royna vit okkurt annað næsta ár. Fyri okkum hevur tað týdning at verða sjálvbjargnir við føroyskum mati. Vit eru rættuliga grønir (nýggir) innan grønmetisframleiðslu, men í samband við seyðhaldi ganga vit høgt uppí smakk og vekt. Tí geva vit seyðinum fóður um veturin og uppundir lembing.

Les meira Lat aftur
Vøruúrval

Epli

Grønkál

Hvítamai rót

Kálrabi

Radisur

Spíðskál

 

Nær er vøran tøk?

Radisur frá síðst í juli

Hvítamai frá juli/august

Kálrabi og restin av grønmetinum frá september/oktober

Hvussu keypir tú vørur frá okkum?

Uppringing, teldupost ella facebook. Helst nakrar dagar áðrenn.

Atlit

Veður og vindur hevur nógv at siga, og vit vita ikki frammanundan hvussu nógva vøru vit hava hvørt ár.

Vit eru nær høvuðsstaðnum. Møguleiki er at heinta vøruna í Kaldbak ella keypa hana í Havn hjá MBM